Vinna

Føroyar verða umboðað í heimsmeistaraskapinum í inniróðri

Kappingin um WRICH/ heimsmeistaraheitið í inniróðri, verður í døgunum 25. og 26. februar.

2022-02-17 15:14 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

7 føroyskir luttakarar hava kvalifiserað seg at luttaka í kappingini í einum ella tveimum flokkum.

Upprunaliga skuldi HM/WRICH (World Rowing Indoor Championships) vera í Hamburg, Týsklandi, men fyriskipararnir avgjørdu í desember 2021 at skipa tiltakið sum netborið, vegna farsóttina.

HM er fyri luttakarar U19 og eldri, og kappast verður í teinum á 500m og 2000m. Tríggir luttakarar frá 5 meginøkjum (Amerika, Afrika, Asia, Osiania og Europa) hava møguleika at kvalifisera seg fyri hvørt økið. 

Sí bólkar og luttakarar her: https://worldrowing.entries.regatta-systems.com/wrich/2022

Róðrarsamband Føroya skipar fyri almennum tiltaki í sambandi við kappingina um heimsmestaraheitið. Kappingin verður í aulaini í Læraraskúlanum. Áskoðarar eru vælkomnir til tiltakið fyri at vísa luttakarunum teirra stuðul. 


500m – fríggjadagin 25. februar 2022StarttíðLuttakariFelag
Kvinnur U1911:59Mira Winther KlitAR
Menn U1912:07Mattias DurhuusHVR
Kvinnur U23 Lættvekt12:14Zoe DicksonKÍF
Kvinnur U2312:29Vár Guriardóttir HansenAR
Kvinnur Lættvekt12:44Sarita Kristina Hansen
Menn Lættvekt12:59Bergur Robert Dam JensenKÍF
Kvinnur Masters 30-39 Lættvekt13:14Sarita Kristina Hansen
Menn Masters 30-39 Lættvekt13:29Bergur Robert Dam JensenKÍF




2000m – leygardagin 26. februar 2022StarttíðLuttakariFelag
Menn U1910:20Mattias DurhuusHVR
Kvinnur U23 Lættvekt10:35Zoe DicksonKÍF
Kvinnur U2311:08Vár Guriardóttir HansenAR
Menn Masters 30-39 Lættvekt12:38Bergur Robert Dam JensenKÍF
Kvinnur Masters 30-39 Lættvekt12:49Sarita Kristina Hansen
Kvinnur Masters 50-5414:23Jóna DanielsenFSR

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder