Ítróttur

Føroyingar til Helsingør IRONMAN 70.3.

Sunnudagin 21. juni var Helsingør IRONMAN 70.3.

2026-06-23 22:23 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Hetta er helst eitt av mest vælumtóktu Ironman sum finst, og er ofta útselt eftir fáum vikum. 
Síðsta summar savnaðust fleiri íðkarir, sum íðka triathlon í Føroyum, um at fara til ironman. Í alt vóru níggju føroyingar við - Magni, Bergtór, Anida, Anna Lovisa, Bogi, Erik, Brian, Jens og Andrass. 
Føroyingar búðu ymisk stað, men tosaðu saman og hittust. Summi vóru við fyri fyrstu ferð, meðan onnur royndi at vinna sær pláss ("slot") til HM, sum verður í Nice í september 2026.
Í alt eru 3000 luttakarar, harav teimum eru umleið 150 professionellir.
Tiltakið er sum ein festivalur, við tónleiki, fýrverki og speakara. 
Føroyingarnir vóru glaðir og nøgdir við dagin, sum bjóðaði upp á sól og 26 hitastig.

Sersambandið fyri Súkkling og Triathlon

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder