Ítróttur

Føroyskt met og shoot-off

Tilmeldingin var metstór til innandurakappingina í Havn, men aftur fyri góvu nógv eisini avboð. Maia Petersen setti føroyskt met við berboga í U12, og hjá compound-monnunum mátti gullfinalan avgerast við shoot-off

2025-11-25 09:20 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Ikki færri enn 38 skjúttar høvdu teknað seg til bogaskjótikappingina í Havn um vikuskiftið – 18 til U12- og U16-kappingarnar leygardagin og 20 til kappingarnar hjá U18 og seniorunum sunnudagin. Tá av tornaði vóru tað tó nógv, ið góvu avboð, millum annað vegna umfarssjúku.

Maia Petersen úr Ørvi heldur fram við at seta síni egnu met við berboga í U12, og leygardagin setti hon eisini føroyskt met, tá hon fekk 386 stig í innleiðandi umfarinum. Hesa ferð var hon tó ikki einsamøll í bólkinum, tí Emma Aura Hammer úr Tambum var eisini við. Maia vann dystin 6 – 0, hetta var fyrsta kappingin hjá Emmu yvirhøvur, so hon hevur ríkar møguleikar at mennast.

Hjá dreingjum við berboga í U12 høvdu fýra skjúttar teknað seg til kappingina, men bara Tummas Eivindarson og Viljam Thorsteinsson, báðir úr Tambum, kundu møta til kappingina. Tummas skeyt eisini ta fyrstu kappingina í vetur, sum var í Miðvági, men kappingin leygardagin var tann fyrsta hjá Viljam. Royndirnar mundu eisini her gera munin, tí Tummas vann fyrst innleiðandi kappingina rættiliga greitt og síðan finaluna 6 – 0.

Hjá U16-dreingjunum við berboga var John Brynjer á Skúr, Tambar, einsamallur hesa ferð og vann tí gullheiðursmerki uttan mótstøðu.

Høgni Johannesen, Rói Højgaard og Narvi E. B. Jensen, allir úr Ørvi, kappaðust aftur við compoundboga í U16, og aftur hesa ferð vann Narvi gullheiðursmerkið. Hann vann finaluna 142 – 140 á Róa, sum hevði vunnið hálvfinaluna ímóti Høgna 138 – 128.

Hjá recurve-gentunum í U16 dystaðust Lea Naomi H. Niclasen, Serafia Ró E. Ragnarsdóttir og Anna Daisi Havmand, allar úr Tambum. Aftur hesa ferð vann Lea Naomi, Serafia bleiv nummar tvey og Anna Daisi nummar trý, men Lea Naomi megnaði harafturat at seta persónligt met í innleiðandi umfarinum, tá hon fekk 454 stig. Serafia vann hálvfinaluna ímóti Annu Dais 6 – 0, og síðan vann Lea Naomi finaluna ímóti Serafiu 6 – 0.

Pauli Johannesen úr Ørvi var einsamallur recurveskjútti hjá U16 dreingjum, men tað setti hann ikki aftur í styrki, tí í sínum umfari setti hann persónligt met – 368 stig.

Nógv avboð

Sunnudagurin var eisini merktur av nógvum avboðum, millum annað máttu báðar compoundkvinnurnar, sum høvdu tekna seg, Anja Eydnudóttir úr Vágaskoti og Rakul Dam úr Tambum, geva avboð. Kortini var verulig kapping í compound hjá monnum og í recurve hjá bæði kvinnum og monnum.

Compound-skjúttin Jónas B. Poulsen, Ørvur, vann gull, í U18 uttan mótstøðu.

Shoot-off

Jónas var eisini við í kappingini hjá compound-monnunum. Har eydnaðist honum ikki at vinna heiðursmerki, men pápin, Jóannes Poulsen úr Ørvi, vann harafturímóti gull eftir eina sera spennandi finalu ímóti liðfelaganum Nikkel Petersen. Tá teir 15 pílarnir vóru skotnir, stóð á jøvnum 144 – 144, og so skuldi shoot-off við einum píli í part avgera duellina. Eisini her var tætt, báðir raktu 9’aran, men Jóannes var tó nærri miðjuni og vann tí gullið. Kaj Johannesen, Ørvur, og Jógvan Niclasen, Tambar, skutu bronsufinaluna, og hana vann Kaj 146 – 139.

Hjá teimum trimum recurvekvinnunum, ið dystaðust, vann Pernille Krogh, Vágaskot, sær beinleiðis pláss í finaluni við at vinna innleiðandi umfarið. Amy við Rætt, Ørvur, og Ása H. B. Rasmussen, Tambar, skutu hálvfinalu, sum Amy vann 6 – 0, og í finaluni vann Pernille síðan 6 – 2 á Amy.

Hjá monnunum kappaðust fýra recurveskjúttar. Hans Petur Højgaard, Ørvur, og Hans Petur Petersen, Tambar, skutu eina hálvfinalu, sum Hans Petur Højgaard vann 6 – 2, og hina hálvfinaluna vann Pauli Mortensen, Tambar, 6 – 2 á Absalon Hansen, Tambar. Absalon og Hans Petur Petersen skutu bronsufinaluna, sum Absalon vann 6 – 0, og finaluna vann Hans Petur Højgaard 7 – 3 á Paula.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder