Tað er ein sjálvfylgja í einum framkomnum samfelagi, at vinnupolitikkurin er greiður, dagførdur og javnan til viðgerðar. Kortini eru nú meira enn 20 ár liðin, síðani ein samlaður vinnupolitikkur varð lagdur fyri Løgtingið.
Tað er ikki nøktandi.
Uttan eina greiða politiska kós er vandi fyri, at lóggáva og einstøk átøk gerast tilvildarlig, tung og ósamsvarandi. Vit síggja longu dømi um lóggávu, sum gerst fløkt og tyngir vinnuna heldur enn at eggja henni.
Síðani 2005 er heimurin broyttur munandi. Altjóða spenningar, broyttar veitingarketur og økt krøv til sjálvbjargni seta nýggj krøv til smá samfeløg sum Føroyar. Tað krevur ikki bert dagliga umsiting – tað krevur greiða, strategiska leiðslu.
Landsstýrismaðurin í vinnumálum metir, at verandi politikkur framvegis er galdandi, og at nógv arbeiði er gjørt. Men tað svarar ikki upp á kjarnu-spurningin: hvør er kósin?
Ein vinnupolitikkur er ikki bara eitt skjal. Hann er ein felags politisk ætlan fyri, hvussu vit vilja menna okkara búskap og samfelag næstu 10–20 árini. Uttan eina slíka ætlan er vandi fyri, at átøk draga í ymiskar ættir, og at vinnan manglar langtíðar trygd at planleggja út frá.
Tað hevur avgerandi týdning:
- fyri vinnuna, sum tørvar greiðar karmar
- fyri útbúgving, sum skal laga seg eftir framtíðar tørvi
- fyri búskapin, sum er opin og viðbrekin
- og fyri politiska ábyrgd, sum eigur at snúgva seg um kós – ikki bert smáar avgerðir
Ein dagførdur vinnupolitikkur hevði eisini styrkt demokratiið, við at savnað eitt breitt politiskt orðaskifti um framtíðina hjá Føroyum.
Spurningurin er tí einfaldur: vilja vit halda fram við einstøkum átøkum uttan yvirskipaða strategi – ella vilja vit taka ábyrgd og seta eina greiða kós?
Í einum heimi, sum broytist skjótari enn nakrantíð, er svarið eyðsæð.
Føroyar hava tørv á einum dagførdum vinnupolitikki – nú.
Fía Selma Nielsen
Løgtingskvinna fyri Fólkaflokkin
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald