Politikkur

Framsýningin um fornfrøðiliga útgrevsturin á Toftanesi latin upp

Gamli skúli í Leikvík er í summar karmur um áhugaverda framsýning við lutum frá fornfrøðiliga útgrevstrinum, sum var á Toftanesi í Leirvík í 1980-unum. Tað er Eystur kommuna, sum skipar fyri framsýningini, ið er opin í vikuskiftunum frá 5. juni til 27. september.

2026-06-06 12:00 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Tá framsýningin varð sett, vóru røður, tónleikur, ábit og tiltak við víkingatelti, har børn og vaksin kundu evna til perlur og renlar.

Hanna Jensen, forkvinna í mentanarnevndini í Eystur kommunu setti framsýningina, og Hákun Andreasen, savnsteknikari á Tjóðsavninum, greiddi frá luttøku síni í fornfrøðiliga grevstrinum á Toftanesi. Kári Sverrisson framførdi skjaldur.

Bárður á Lakjuni, landsstýrismaður í mentamálum, helt røðu. Landsstýrismaðurin segði millum annað:

Framsýningin her í Gamla skúla setur ljós á víkingatíðina í Leirvík. Vit fáa høvi at koma nærri teimum fólkunum, sum livdu her fyri meira enn túsund árum síðani, og vit fáa høvi at síggja okkara egna stað í einum størri søguligum samanhangi. 

Við framsýningini í Gamla skúla, frásagnum og teimum tiltøkum, ið verða fyriskipað um Toftanes í víkingatíðini, verður upplivingin ítøkilig. Og kanska er tað júst tað, sum er so týdningarmikið: at fortíðin eina løtu kennist livandi. 

Latið okkum tí taka væl ímóti framsýningini. Latið okkum savnast um hana, tosa um hana og lata hana vera eitt stað, har ikki minst børn og ung kunnu læra um røturnar og um tað, sum Leirvík var – og er.

Røðan kann lesast her.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder