Mentan

Frelsunarherurin 90-ára føðingardag

90 ára føðingardagurMánadagin 23. Oktober verður hornorkestur Frelsunarhersins 90 ár.Dagurin verður hátíðarhildin í Sali Frelsunarhersins Sunnudagin 29. Oktober kl 18.00.

2023-10-23 13:31 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Tá verður hátíðarmøtið við hornorkestrinum. Hornorkestri fer at spæla nakrar marsjir og tónleikastykkjir.
Eisini verða sungnir narkrir av teimum góðu gomlu stríðssangunum. Finngerð Djurhuus Olsen, fyrrverðandi
muskikkmeistari og núverðandi varðamusikkmeistari, fer at hugleiða um hornorkestri upp í gjøgnum árini.
Korpsleiðarin Astrid Hansen fer at deila eitt andaktsorð og eftir samkomuna verðu Kaffi og lagkøka.
Øll eru hjartaliga vælkomin at hátíðarhalda dagin saman við okkum og tað hevði glett okkum ómetaliga at
sæð so mong sum gjørligt til Føðingardagshaldi


Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder