Lýsing

Fríggjadagin verður fyrilestur við Line Rørbæk Jacobsen

Fríggjadagin 14.10 kl. 19 verður spennandi fyrilestur við Line Rørbæk Jacobsen.

2022-10-12 10:00 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Line er sosialráðgevi og mamma Astu, sum er tvørkynd, og vóru tey sum familja við í heimildarøðini hjá DR, Et helt menneske. Eisini er Line nevndarlimur í danska felagskapinum Foreningen for Støtte til Transkønnede Børn (FTSB).

Fyrilesturin tekur støði í persónligum upplivingum hjá familjuni, men er eisini um tað at vera tvørkynd/ur og heilsuverkið í hesum sambandi. Line fer eisini at fortelja um arbeiði hjá FTSB og ráðgevingina hjá teimum.

Høvi verður at seta spurningar.

Fyrilesturin er fyri øll – bæði tvørkynd og teirra familjur og tey, sum vilja læra eitt sindur um tað at vera tvørkynd/ur. Eisini hóskar fyrilesturin seg væl til starvsfólk á stovnum og skúlum, sum arbeiða við børnum og ungum.

Tiltakið er ókeypis og verður í Auluni í Finsen.

LGBT

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder