Politikkur

Frits stillar upp fyri Fólkaflokkin

Nú løgtingsval er fyri framman, eri eg eitt av valevnum Fólkafloksins.

2022-11-23 17:25 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Eg eiti Frits Strøm, eri 53 ára gamal og sigli sum maskinstjóri í altjóða sigling. Eg búgvi í Trongisvági, eigi tveir vaksnar synir og eri giftur Sólju Vilhelm.

Eg havi altíð havt stóran áhuga fyri samfelagsviðurskiftum. Vinnulívið sum vit øll skulu líva av, hevur mín stóra áhuga. Eitt annað, sum liggur mær nær á hjarta, er framtíðin hjá Suðuroynni.

Hetta, umframt onnur aktuel evni, sum viðkoma landi og fólki okkara, fari eg at viðgera inni á m.a. Hesari FB síðu.

Vónandi fara tit at taka væl ímóti tí, eg skrivi og koma við konstruktivum viðmerkjingum, soleiðis at vit saman kunnu fáa sum mest burturúr, landi og fólki at gagni.

X við lista A
Frits Strøm

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder