Politikkur

Fullveldi Føroyar, trygdarpolitikkur og stjórnarrættarlig viðurskifti

Staðsetingin hjá Føroyum hevur stóran týdning í uttanríkis-, verju- og trygdarhøpi, og er hetta nakað sum NATO leggur stóran dent á. Føroyar hava (vegna strategisku staðsetingini) stóran týdning fyri USA og hennara vesteuropeisku sameindu, tá hugsað verður um loftrúmið og sjóøkið.

2022-03-01 21:00 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Hesin strategiski týdningurin ger seg aftur galdandi í sambandi við radaramálið og líknandi trygdarpolitisk viðurskifti, og av hesum er birt eitt nýtt kjak um, hvørjar trygdarpolitisku heimildir Føroya hava í eitt nú radaramálinum, av tí at heimastýrislógin sigur, at “(...) Ríkisvaldið hevur avgerðarrættin í spurningum, sum viðvíkja ríksins viðurskiftum við útheimin”.

Men hetta er ikki nøkur forðing fyri, at Føroyar taka fulla ábyrgd av egnum viðurskiftum, og velja at hava fullan avgerðarrætt í uttanríkis-, trygdar- og verjupolitiskum spurningum, sum viðkoma Føroyar.

Rættur og rættargildi

Spurningurin um ein ávís gerð/gerningur er lógligur (legitim) vísir til tørvin at broyta lóggávuna, um so er at lóggávan (tann faktiska lóggávan) ikki longur fylgir við ta áskoðan og atburð, sum verður góðtikið av fólkinum og samfelagnum.

Samanburðurin millum tað rættarliga (ta faktisku lóggávuna) og tað rætta (tað moralsk rætta) kann, best greiðast frá við at, vísa skilnaðin millum tað legala og tað legitima.  Undirritaði kann lýsa hetta dømi við t.d. teirri donsku mótstøðurørsluni, móti týska hersetingarvaldinum, undir krígnum 1940-1945. Hetta mótstøðustríð var illegalt, sambært táverandi galdandi danskari lóggávu. Aftaná at Danmark gjørdist eitt frælst land aftur, hevur mann ofta mett tað illegala stríðið hjá mótstøðurørsluni sum absolut legitimt (t.v.s. moralskt heimilað), meðan tann legali samstarvspolitikkurin hjá donsku stjórnini frá 1940-1943 er vorðin mettur sum illegitimur.

Vit hava eina skipan til vit velja eina aðra

Taka vit stutt samanum føroyska stjórnarsøgu, so hava vit mangan brotið við eldri skipan. Tá Sigmundur Brestisson kemur við uppskotið um, at føroyingar skulu taka við kristnari trúgv, var hetta klárt í stríði við galdandi skipan viðvíkjandi ásatrúnni. Hetta sama var galdandi, tá ið tingið, helst við ringum tannabiti, samtykti at virða norska kongin. Tá ið kongur seinni tekur sær einaveldi, og noyðir fólk at svørja sær trygdareið, var hetta eisini ólógligt sambært galdandi skipan. Einaveldiskongurin setti í gildi Kongalógina sum grundlóg (Fríðrikur 3., undirskrivaði lógina, men Christian 5., kunngjørdi lógina tá hann tók sæti sum kongur). Kongalógin segði seg skula galda í allar ævir. Júst av hesi orsøk skuldu bæði norska og danska grundlógin verið vístar burtur sum ólógligar og stríðandi móti Kongalógini. Tó er bæði danska og norska grundlógin samtyktar, og verður tað ofta víst á, um eitthvørt stríðir ímóti grundlógini.


Heimastýrislógin er eisini í nógvar mátar eitt lógarbrot. Danska grundlógin ásetur, at kongur hevur vald at skriva út val, staðfesta lógir og velja landsins stjórn. Hon sigur, at danska ríkistingið hevur vald at samtykkja lógir, áleggja skatt og játta pengar. Men hóast alt hetta, so hevur heimastýrislógin lagt, ið fyrst bleiv samtykt í Føroyum og síðani samtykt í Danmark, allar hesar heimildir til føroyskar myndugleikar.


Ì hesum samanhangi skal viðmerkjast, at orðið “kongur” í donsku grundlógini, sambært donskum stjórnarrætti, verður tulkað ávikavist sum “forsætisráðharrin” og “stjórnin” alt eftir hvat samteksturin er, fyri at samanhangurin í grundlógini frá 1953 passar til tann politiska veruleika ár 2022.


Viðmerkjast skal eisini, at danskir stjórnmálafrøðingar hava tulka nærum allar yvirtøkur hjá Føroyum sum eina avhending av løgfrøðiliga heimildargrundarlagnum til Føroyar. Hetta soleiðis at tann legala danska grundlógin passar við legitimaføroyska fólkaviljan.


Vaksandi føroyskt fullveldi og føroysk ábyrgd

Stórveldini byrja at fáa áhuga í Føroyum aftur, kríggj herjar í hjartanum í Evropa, og møgulig hørð revsitiltøk fara at verða sett ímóti Russlandi  sum rakar føroyskt vinnulív sera hart. Stórar avgerðir skulu takast viðvíkjandi føroysku tjóðini. Tískil er tað umráðandi, at tey mest umráðandi prinsippini um føroyskt fullveldi verða givin ans;

  1. Í Føroyum skulu føroyingar ráða.
  2. Føroyskur politikkur verður stýrdur í Føroyum.
  3. Allur avgerðarrættur liggur hjá Føroya fólki.
  4. Ábyrgdin er okkara.


Sum miðlarnir hava víst á, bæði teir siðbundnu og sosialu, so vil Føroya fólk hava, at tann føroyska politiska skipanin fordømir innrásina í Ukraina, at ein nýggjur eftirlitsradari verður rikin av føroyskum myndugleikum og at vit átaka okkum størri altjóða ábyrgd.


Harvið byrja Føroyar at taka støðu í uttanríkis-, trygdar- og verjumálum, og føroyingar eru komnir til ta niðurstøðu, at bert vit hava ábyrgdina av hesum landi.


Tí vit vita, at tá vit krevja vald, so fáa vit ábyrgd, og tá vit átaka okkum ábyrgd, tá fáa vit vald.


Avbjóðingar verða til nýggjar møguleikar

Sjálvt um føroyskt fullveldi er vaksandi, Føroyar byrja at átaka sær meiri ábyrgd, og føroyingar krevja at meiri ábyrgd og vald verður átikið, so er tað tó enn nøkur sum ivast í hugburðinum mótvegis fullveldi, tí tey halda hetta verða ómøguligt ella óveruligt.


Men hetta er ein vandamikil sannføring, ið er fylt við veiklyndi.


Hon førir okkum til ta niðurstøðu, at undirbrotligheitin er óumberlig, at vit sum føroyingar ikki standa til at bjarga, og at vit eru fangaði av onkrum mátti ella megi, sum vit ikki hava tamarhald á.


Okkum tørva ikki at góðtaka hendan hugburð.


Tì vit avgerða sjálvi, hvør hugburður okkara er.


Okkara trupulleikar og avbjóðingar eru skaptar av menniskjum, og kunnu tískil eisini loysast av menniskjum.


Ongin trupulleiki ella avbjóðing, sum menniskjan sjálv er atvoldin til, og sum er partur av lagnu menniskjunnar, er størri enn menniskjan sjálv.


Við viti, skili og dirivi hava føroyingar ofta loyst trupulleikar, sum hava verið hildnir at verið óloysiligir, men vit hava altíð megna avbjóðingina. Føroya søga vísir okkum, at øll framgongd í Føroyum er komin, tí at føroyingar hava vilja tikið ábyrgd av egnum landi.


Avgerðin er okkara

Eitt mál, ið sigur at vit eiga avgerðina, er eitt mál sum í roynd og veru kann náast.


Hetta mál er ikki grundað á nakra kollvelting, men er ein áhaldandi menning í stovnanini av føroyska fullveldinum, og okkara sjálvsmenning sum fullveldisríki.


Ì øllum førum eiga vit rættin at siga, hvat vit halda er sambærligt við heimastýrislógina og donsku grundlógina (tann faktiska lóggávan). Um hetta ikki er møguligt, so er onki annað at gera enn at avtaka heimastýrislógina, og seta á stovn Stjórnarskipan Føroya.


Tí tað er avgerandi neyðugt at minnast til, at alt vald í Føroyum kemur frá føroyska fólkinum (tann legitimi fólkaviljin).


Tískil er stundin komin, at Føroya Løgting samtykkir, at “Føroya Løgting hevur avgerðarrættin í spurningum, sum viðvíkja viðurskifti Føroya við útheimin” og at “Føroya Landsstýrið umboðar Føroyar mótvegis útlondum í øllum spurningum sum viðvíkja Føroyar”.


Hetta er tann legitimi føroyski fólkaviljin, og í samsvari við áhugamál Føroya.


Við framburðskvøðu

Øssur Patursson

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder