Vinna

Fyrra hálvár royndist væl

Føroya Banki kunnger í dag roknskapin hjá samtakinum fyri fyrra hálvár í 2026. Roknskapartølini endurspegla eina góða og støðuga gongd, og avlopið eftir skatt gjørdist 125 mió. kr.

2026-08-05 11:15 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

“Vit eru sum heild fegin um gongdina hetta fyrra hálvárið , sum millum annað hevur verið merkt av øktum kundavirksemi í bæði Føroyum og í Grønlandi, góðum avkasti á eginognini og eisini góðum úrslitum hjá dótturfeløgunum, Trygd og Skyn. Fíggjarstøðan hjá okkara kundum – bæði húsarhaldum og fyritøkum – er góð, og tí síggja vit lágar niðurskrivingar og framhaldandi fáar umbønir um gjaldsskáar. Sostatt eru útlitini fyri restina av árinum góð”, sigur Turið F. Arge, forstjóri.

Góð gongd á íløguøkinum

Góða hálvársúrslitið hjá samtakinum stavar í stóran mun frá vaksandi kundavirksemi. Higartil í ár er virkisvavið, sum sigur nakað um samlaða virksemið hjá samtakinum, vaksið við 4%. Samstundis eru inntøkurnar hækkaðar, hóast hvørki prísir ella gjøld eru hækkað í fyrra hálvári. Hetta vísir, at kundavirksemið er vorðið størri og heldur fram at vaksa.
Ein liður í vaksandi virkisvavinum er økt íløguvirksemi. Alsamt fleiri kundar seta pensjónina í íløgurøkt, og somuleiðis síggja vit, at fleiri og fleiri gera íløgur í netbankanum. Netbankin er ókeypis fyri allar privatkundar og gevur samstundis atgongd til framkomna íløgupallin, har tað er lætt at keypa og selja virðisbrøv. Hyggja vit aftur í tíð, so hevur tað loyst seg væl at seta pensjónssamansparingina í íløgur, og avkastið higartil í ár hevur verið gott. Sum dømi kann nevnast, at pensjónir, ið bankin umsitur við 80% í partabrøvum, higartil í ár hava fingið 8,80% í avkasti, eftir at kostnaðir eru drignir frá.
Sum nakað nýtt kunnu foreldur nú eisini velja at seta samansparingina hjá børnunum í íløgur. Tá verður peningurin, sum verður fluttur á kontuna hjá barninum hvønn mánað, sjálvvirkandi settur í íløgur. Hetta er ein loysn, sum nógvir av kundunum hava tikið avbera væl ímóti seinastu mánaðirnar.

Útlitini fyri restina av árinum

Hyggja vit eftir komandi mánaðunum, so eru útlitini sum heild góð. Eisini eru sannlíkt onkrar rentuhækkingar fyri framman. Marknaðurin væntar nevniliga eina rentuhækking aftrat í ár og møguliga tvær tilsamans innan eitt ár.
“Bæði roknskapartølini og fíggjarstøðan hjá okkara kundum vitna um eitt gott útgangsstøði, og útlitini fyri komandi tíðina eru tí sum heild góð. Hóast ein rentuhækking júst er komin í gildi, og hóast møguligar rentuhækkingar eru fyri framman, so hava vit ongar ábendingar um, at okkara kundar ikki klára ella fara at klára at svara sínum skyldum, men hinvegin hava eina sunna og haldgóða fíggjarstøðu”, sigur Turið F. Arge, forstjóri.
Hyggja vit eftir væntanunum fyri gongdina hjá samtakinum, so væntar leiðslan, at nettoúrslitið fyri 2026 framhaldandi verður millum 195 og 235 mió. kr.

Roknskapurin í stuttum

  • Úrslitið eftir skatt var 125 mió. kr.
  • Rakstrarúrslitið fyri niðurskrivingar var 111 mió. kr.
  • Útlánini vóru 9,8 mia. kr.
  • Innlánini vóru 11,4 mia. kr.
  • Realkredittlánini vóru 3 mia. kr.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder