Vinna

Fyrsta flagið grivið av á Heiðatrøðni

..

2026-07-11 12:07 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 


Í fagrasta sólskinsveðri í morgun gróv Bjarni Prior, borgarstjóri, fyrsta flagið á nýggju útstykkingini á Heiðatrøðni í Miðvági. Við hesum er arbeiðið við útstykkingini alment farið í gongd. J&K Petersen, sum fyrr í ár vann arbeiðsuppgávuna, fer nú undir at gera arbeiðsøkið klárt. Eftir tað verður farið í summarfrí, og sjálvt arbeiðið at gera veg og grundøkini byggibúgvin byrjar aftur mánadagin 10. august.

Útstykkingin á Heiðatrøðni er fyrsta stig í menningini av einum størri bústaðarøki í Miðvági. Fyrstu 10 grundøkini verða nú gjørd byggibúgvin. Økið er lagt til rættis sum eitt friðarligt og familjuvinarligt bústaðarøki við fríøkjum og góðum útsýni. Við tíðini verður tað bundið saman við bústaðarøkinum norðuri á Heiðum.

Fram til arbeiðið byrjar eftir summarferiuna, bjóðar Vága kommuna borgarum at skera sær flag á økinum til egna nýtslu. Hetta er eitt uppskot, sum kom inn til kommununa frá Elsibet Jacobsen, býráðslimi. Uppskotið varð væl móttikið bæði av Vága kommunu og J&K Petersen.

Flagið kann nýtast til smærri verkætlanir heima við hús, eitt nú til at leggja nýggja grasplenu, javna lendi, leggja flag á takið á einum úthúsi og til aðrar smærri uppgávur.

Við hesum verður flagið gagnnýtt, áðrenn arbeiðsmaskinurnar fara undir sjálva útstykkingina. Í staðin fyri at verða flutt burtur í sambandi við arbeiðið kemur flagið nú borgarum til gagns.

– Vit hildu beinanvegin, at hetta var eitt sera gott uppskot. Flagið hevði undir øllum umstøðum verið tikið av økinum í sambandi við arbeiðið, men nú fáa borgarar í staðin møguleika at fáa gagn av tí til smærri verkætlanir heima við hús. Tað er bæði skilagott og burðardygt at gagnnýta flagið, heldur enn at lata tað fara til spillis, sigur Bjarni Prior, borgarstjóri.

Sigtór A. Petersen, stjóri á J&K Petersen, tekur undir við tí.

– Vit vóru fegnir, tá uppskotið kom. Tað krevur ikki nógv eyka arbeiði hjá okkum, men kann hava stóran týdning fyri borgarar, sum hava tørv á flagi til smærri arbeiði heima. Samstundis verður eitt gott tilfeingi gagnnýtt í staðin fyri at fara fyri skeytið, sigur hann.

Tey, sum ynskja at skera sær flag, verða biðin um at seta seg í samband við Vága kommunu frammanundan, so kommunan hevur yvirlit yvir virksemið á økinum og kann samskipa arbeiðið.

Seinasta almenna uppgávan hjá borgarstjóranum áðrenn summarfrítíðina verður seinnapartin í dag, tá hann fer at handa heiðursmerki eftir kappróðurin á Vestanstevnuni. Komandi tvær vikurnar røkir varaborgarstjórin, Jóanis Albert Nielsen, borgarstjórasessin, meðan borgarstjórin er í feriu.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder