Ítróttur

Fyrsta pláss á kókandi heimavølli

Føroyar hava vunnið bólk 6 í EM-undankappingini og eru flúgvand til EM-endaspælið við 9 stigum. Føroyar vunnu í kvøld, 35-27, móti Ukraina í einari kókandi høll Við Tjarnir. Hálvleiksstøðan var 15-13 til Føroyar.

Mynd: Sverri Egholm / Portal.fo

Mynd: Sverri Egholm / Portal.fo

2025-05-11 22:25 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Hsf: Føroyar settu seg á dystin frá byrjan og høvdu yvirtakið. Gamaní vóru Ukraina frammanfyri tvær ferðir í dystinum, 7-6 og 8-7, men annars vóru tað okkara, sum vóru omaná. Føroyar fóru til hálvleiks frammanfyri 15-13. Pauli Jacobsen í málinum stóð væl og tók teir bóltarnar hann skuldi og so eitt sindur afturat. Føroyska miðverjan stóð eisini væl og Vilhelm Poulsen, Teis Horn Rasmussen, Pætur Mikkjalsson, Ísak Vedelsbøll og Tróndur Mikkelsen stóðu sum risar í verjuni. Í álopinum vóru tað aftur Elias á Skipagøtu og Óli Mittún, sum vóru berandi, saman við Hákuni á vonginum, sum var tryggur.

Í seinni hálvleiki vóru Føroyar ráðandi, og var tað bert ein spurningur um tíð áðrenn okkara drógu frá. Okkara runnu undan um miðjan hálvleik. Verjan stóð væl saman við Paula í málinum og komu okkara til góðar kjansir og mál so at siga hvørja ferð í hinum endanum. Tað gjørdist tann stóra hondbóltsveitslan, sum øll ynsktu sær Við Tjarnir. Føroyar vundu úr Ukraina, og vunnu greitt 35-27. Lutakastið til EM-endaspælið verður hósdagin og nú gleða vit okkum øll til Oslo. 

Málskjúttar hjá Føroyum:
Elias Ellefsen á Skipagøtu 9
Óli Mittún 6
Hákun West av Teigum 5
Teis Horn Rasmussen 5
Leivur Mortensen 2
Vilhelm Poulsen 2
Ísak Vedelsbøl 2
Rói Ellefsen á Skipagøtu 2
Bjarni í Selvindi 1
Rói Berg Hansen 1

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder