Vinna

Fleiri nýggj summarhús bygd í Gásadali

Í Gásadali gera tey seg út til at taka ímóti ferðavinnuni, har eru fleiri nýggj hús bygd, og standaa tey klár at taka ímóti ferðafólki.

2023-03-02 10:35 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder
FOSS.FO hevur nú bygt 6 tey fyrstu summarhúsini til spf.Múlin í Gásadali.
Húsini eru smíðað/bygd á verkstaðnum í Sørvági og flutt til Gásadal við lastbilum.

Jákup Suni Lauritsen, stjóri í felagnum Múlin sigur, at tað sær gott út, tað eru nógvar bíleggingar til summarið, serliga eru tað fólk úr Amerika, sum koma hendavegin sigur hann.

Húsini eru sera hugnalig, eisini er økið, har húsini eru bygd, gott og rúmligt, har eru eisini fleiri parkeringspláss.

Vit tóku nakrar myndir í gjár.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder