Vinna

Ger tína ferðavinnufyritøku fíggjarliga burðardygga

Hóskvøldið 24. mars skipa Hugskotið og Visit Tórshavn fyri einum kveikjandi tiltaki fyri ferðavinnuveitarar.

2022-03-15 15:22 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Ferðavinnan hevur verið í einum aldudali seinastu tvey árini, men nú er heimurin aftur opin – og stundin komin at hyggja at ferðavinnuveitingunum við nýggjum eygum.


Tiltakið er fyri aktørar í ferðavinnunini – bæði tey royndu og óroyndu. Yvirskipaða evnið er, hvussu ferðavinnuveitarar við lítlum broytingum kunnu skapa stórar batar í síni fyritøku – tænastustøðið hækkar samstundis sum fyritøkan gerst fíggjarliga burðardygg.


Margrete Bak, sum hevur drúgvar royndir við íverksetan og ferðavinnu, kemur at leiða verkstovuna. Hennara fokus er á íverksataranum og fyritøkuni. Á arbeiðslívinum og inntøkuni.


Tiltakið verður á Panorama hóskvøldið 24. mars frá kl. 19 til 22. Tað er ókeypis at luttaka, men tilmelding er neyðug á [email protected]. Viðmerkið gjarna hvørjari fyritøku tit koma frá.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder