Annað

Góða, allarbesta Thordis, vinkona mín

Í gjár var tú her og nú ert tú ikki ímillum okkum meira, men er farin heim, har ið eingin sorg og sjúka er.

2026-02-26 19:00 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Keðiligt er eitt orð mær fellur í hug.

Tað var alt annað enn keðiligt at vera har, sum tú var. Tú fylti eitt rúm, har tú var, við tínari nærveru og áhuga í øllum, sum vóru rundan um teg og tí, ið hendi, har tú var.

Vit báðar komu at kennast ordiliga, tá tú kom á Ellisheimið at arbeiða, aftaná at tit høvdu verið eina tíð í Sønderborg í lestrarørindum. Sum tú segði fyri fáum døgum síðani. Vit klikkaðu beinanvegin!

Vit hava havt nógvar góðar, gevandi og stuttligar løtur saman sum starvsfelagar á Ellisheiminum, og seinni eisini í Ivanshúsi. Vit høvdu eina góða tíð á Ellisheiminum saman við nógvum góðum starvsfelagum.

Tín umsorgan og evnir at hugna um tey gomlu, og harvið lætta teimum um dagin, vóru fyrimyndarlig. Sum eg einaferð segði við ein leiðara: “Tað eru starvsfólk sum Thordis, brúk er fyri í eldrarøktini”.

Thordis elskaði umsorganararbeiði og segði hon, henni líkt, fyri stuttari tíð síðan: “Hevði eg ikki havt brotið beinið,kundi eg hugsað mær at arbeitt enn. Sjálvt nú, har hon var á Sýnini og var likamliga skerd, sá hon, um onkur har trongdi til eyka umsorgan og royndi at taka sær av viðkomandi.

Vit hava verið bestu vinkonur í okkara arbeiðstíð og eisini aftaná.

Vit hava havt mangar løtur saman bæði í gaman, men eisini í álvara, sum tá maður hennara, Tórálvur, bleiv sjúkur og doyði alt ov tíðliga.

Annars tað, sum stendur sterkast um Thordis, er hennara áræði og hugskot og evnir til at fáa nakað at henda við egnari hjálp og við hjálp frá góðum fólki, sum deildu hennara ætlanir og visiónir.

Countryfestivalurin var nakað heilt serligt fyri hana, og í tí sambandi var tað eisini ein framíhjárættur at vera hennara vinur, ikki bara eg. men øll familjan føldi seg sum heima inni hjá Thordis og vóru altíð vælkomin.

At sita har inni  í hennara lítla, hugnaliga húsi og uppliva alt á fyrstu parkett. Mitt í festivalinum.  Har vóru øll vælkomin, kend og ókend. Hjartarúmið var stórt, hóast húsarúmið var lítið.

Húsið var stappað fult av glaðum festivalgestum, og hon elskaði tað.

Har vóru so nógv fólk inni, at fleiri søgdu: “Nei, nú passa ikki fleiri fólk inn”. Men nei. Thordis koyrdi ongan út. Eg hevði ynskt, at hon fekk meira tíð til at njóta fruktirnar av tí arbeiði, hon hevði lagt í. Til dømis elskaði hon at vera við til tiltøk í Dansistovuni og bara at eygleiða alt lívið, sum tað skapti har á økinum.

Hon elskaði eitt hugnaligt kvøld saman við góðum vinum við sangi og hugna.

Eitt annað, sum sermerkti Thordis, var eisini hennara gestablídni ímóti ferðafólki. Hon bjóðaði fremmandafólki,sum hon sá uttanfyri inn, um hon helt, tey trongdu til ein góðan drekkamunn og kanska eina song at sova í.

Eg var saman við Thordis í Edinburgh, har vit vóru bjóðaðar inn til eitt ungt par, sum hevði sovið inni hjá henni í tvær nætur. Sum eg segði við hana: “Tú hevur givið hesum fólkunum eina betri uppliving og er harvið eisini eitt gott umboð fyri Føroyar”.

Eg kundi skrivað so nógv annað um Thordis, sum á so mangan hátt var so sera serstøk.

Tað verður ein stórur saknur ikki at kunna støkka inn á gólvið hjá Thordis, har man altíð bleiv móttikin við opnum ørmum og einum stórum smíli.

Eg hugsi serliga um tykkum børn, verbørn og ommubørn, sum nú hava mist tykkara góðu mammu og ommu, sum elskaði tykkum so nógv og altíð hugsaði um tykkum.

Hvíl í friði, góða Thordis og takk fyri teg.

Vinkona tín, Trygvør

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder