Vinna

Grindaboð norður úr Slættanestanga

Fyri løtu síðani var boða frá grind.

2023-06-14 14:47 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Ein grind er funnin norður úr Slættanestanga.

Sýslumaðurin Kristjan Martin Joensen sigur, at grindin gongur í fleiri bólkum.

Ætlanin er at halda grindini til í Vestmanna.

Sambært AIS-myndini hjá Vikmar eru fleiri bátar staddir norðanfyri Slættanestanga.

[object Object]

Dagført klokkan 15:26: Talan er bæði um grind og springarar. Nú eru fleiri bátar komnir til grindina.

Talan er um eina stóra grind, mett verður fleiri 100 hval.

Rákið er norður ígjøgnum Vestmannasund.

[object Object]

Dagført klokkan 15:40: Bátarnir koma um Slættanestanga nú.

[object Object]

Dagført klokkan 16:01: Sýslumaðurin Kristjan Martin Joensen sigur við KVF, at bátarnir hava fingið springarnar burturúr, og sjálv grindin verður mett til 100 hval.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder