Tað er meira enn bara átrúnaður. Tað er grundin undir okkara samfelag.
Tann einfalda sannroyndin er hendan: hvørt menniskja hevur virði. Úr hesum eru vaksin frælsi, mannarættindi og rættarskipan – ein skipan, har lógin verjir tann einstaka, ikki kúgar hann.
Hesi virðini eru tey, sum loyva fríhugsan og talifrælsi.
Somu meginreglur halda samfelagið saman: tú skalt ikki stjala, ikki lúgva, ikki gera øðrum órætt. Tá tær vikna, viknar álitið. Og uttan álit fellur alt sundur.
Og mitt í øllum stendur gylta meginreglan:
Ger móti øðrum, sum tú vilt, at tey skulu gera móti tær.
So einfalt. So avgerandi.
Hesi virði hava djúpar røtur í jødiskari og kristnari siðvenju. Tað er ikki bara søga – tað er grundarlagið, vit framvegis standa á.
Tí er tað álvarsamt, tá antisemitiskar røddir aftur hoyrast í okkara grannalondum. Tá synagogur og kirkjur mugu verjast av løgreglu, er tað ikki bara teirra trupulleiki – tað er okkara.
Hetta snýr seg ikki um átrúnað.
Hetta snýr seg um, hvørji virði vit vilja verja.
Vit kenna søguna. Latið okkum framvegis byggja á klett …
Ólavur í Geil
Valevnið fyri Miðflokkin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald