Politikkur

Grundøki í Sandavági til sølu til íbúðarbygging

Vága kommuna lýsir við hesum part av matr. nr. 133k í Sandavági, umleið 3.300 m2, til sølu til íbúðarbygging.

2023-06-23 08:30 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Talan er um tvey ymisk øki. Øki 1 er 1.300 m2 og øki 2 er 2.000 m2.

Hetta er liður í ætlanini hjá Vága kommunu at bjóða ein fjølbroyttan bústaðarmarknað, sum kann nøkta ymiska tørvin hjá borgaranum til bústað.

Tað er upp til tey bjóðandi at koma við uppskoti til, hvussu byggingin verður skipað, og hvat slag av íbúðum verður bygt. Hetta kann vera eigaraíbúðir, leiguíbúðir ella lutaíbúðir. Tilhoyrandi parkering og nøktandi loysnir fyri uttanumøkið er partur av loysnini.

Kommunan setir sum treyt, at tað verða eitt hóskandi tal av íbúðum í verkætlanini. Tað er ein fyrimunur, um byggingin er fjølbroytt við ymiskum íbúðarstøddum, har atlit verður tikið til umhvørvið og útsýnið. Dentur verður lagdur á, at byggingin tekur seg væl út, er í høgari góðsku og fellur væl inn í landslagið.

Bjóðast kann uppá økini hvør sær ella undir einum. Prísurin er kr. 200,- fyri fermeturin.

Fyri søluna er kunngerð nr. 122 frá 22. desember 2000 um alment útboð av kommunalari fastogn, galdandi.

Grundøkið verður matrikulerað frá, so tað verður sjálvstøðugt matrikulnummar.

Útbjóðingin og sølan er løgd soleiðis til rættis, at tað verður komið fram til bestu loysnina, sum tryggjar eina fjølbroytta og snøgga bústaðarloysn í høgari góðsku, sum tekur seg væl út í umhvørvinum.

Tíðarætlan fyri útboðið og mannagongd

  • 30. juni 2023: Seinasta freist at seta spurningar til ætlanina og útboðið.
  • 07. juli 2023: Kommunan svarar settum spurningum.

  • 30. august kl. 12:00: Freist at lata skrivlig tilboð inn.

  • 30. august 2023: Tilboðsgevarar fáa kunning um, hvussu nógv boð eru innkomin.

Fyrispurningar viðvíkjandi sølutreytunum/útbjóðingini kunnu sendast til SÓKN Advokatar, att. Eyðbjørn Larsen, adv., Jekaragøta 10, Postboks 258, 110 Tórshavn, telefon 660500 ella 219325 og teldupost [email protected].

Sølutilfarið fæst somuleiðis við at venda sær til SÓKN Advokatar og kann eisini takast niður her.

Tey, sum vísa útboðnum áhuga, kunnu við at skráseta seg hjá SÓKN Advokatum fáa skrivliga kunning um settar fyrispurningar og svar. Kunningin er navnleys.

Freistin at lata inn skrivlig boð er mikudagin 30. august kl. 12:00.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder