Politikkur

Hægri barsilsútgjald og betri kor til vinnurekandi í barsilsskipanini

Undir hesi samgonguni hava vit longt barsilstíðarskeiðið til 52 vikur. Tað hevur leingi verið eitt mál, og er tað nú rokkið, og er tað gleðiligt, at foreldur nú hava møguleika at vera um sítt barn í eitt heilt ár.

2022-06-23 10:33 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder


Undir hesi samgonguni hava vit longt barsilstíðarskeiðið til 52 vikur. Tað hevur leingi verið eitt mál, og er tað nú rokkið, og er tað gleðiligt, at foreldur nú hava møguleika at vera um sítt barn í eitt heilt ár.
Nú tað málið er rokkið, so er tíðin komin at seta nýggj mál.
—————————
Í dag er hámarksupphæddin fyri útgjaldið í barsilsskipanini á 25.000 krónum. Hetta hevur verið óbroytt síðan 2004. Síðan tá hava bæði lønar- og prísvøkstur verið í samfelagnum.
Tíðin er búgvin at endurskoðað hetta, so tað ikki verður ein fíggjarlig byrða at fara í barsilsfarloyvi og brúka tíð saman við barninum. Tøl vísa eisini, at miðalinntøkan hja bæði kvinnum og monnum er omanfyri verandi hámarksupphædd, so tað er veruliga tørvur á einari endurskoðan. Sjálvandi skal ein broyting eisini vera fíggjarlig skynsom, bæði fyri barsilsgrunnin og borgaran.
—————————
Sjálvstøðug vinnurekandi hava møguleika at tekna sær eina trygging, ið gevur teimum møguleikan at fáa útgjald úr Barsilsskipanini, um tørvur er á tí. Tó vísir tað seg, at sum skipanin er sett saman fyri teirra viðkomandi, so eru tað fleiri, ið ikki fáa nakað serligt burturúr. Tryggingin kostar fyri tann sjálvstøðuga vinnurekandi, og tí má tað eisini geva meining at tekna hana.
Samgonguskjalið tosar eisini um, at viðurskiftini hjá sjálvstøðugum vinnurekandi í barsilsskipanini skulu endurskoðast.
—————————
Eg havi sett avvarðandi landsstýrismann ein fyrispurning um hesi viðurskifti, og kann hann lesast í fullum líki her:

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder