Mentan

Hans Jacob Østerø bjóðar til tekniverkstovu fyri vaksin

Hevur tú ein myndprýðara í búkinum? Ert tú kanska longu grafikari ella listafólk – ella kanska tú teknar og málar í frítíðini? Sama hvat, so ert tú vælkomin í Norðurlandahúsið 15. novembur kl. 10 til verkstovu fyri vaksin, har tú lærir at myndprýða.

2025-11-05 12:15 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Ein mynd sigur meira enn túsund orð. Og søgur kunnu sigast við øðrum enn orðum. Til Bókadagar 2025 vitjar Hans Jacob Østerø, myndprýðari, Norðurlandahúsið, har hann á verkstovu fer at læra luttakarar at skapa og menna søgufigurar og at siga søgur við myndum. Eisini hevur hann við sær egnar tekningar og smásøgur til íblástur.

Verkstovan er bæði ætlað royndum sum óroyndum myndprýðarum.

Um Hans Jacob Østerø

Hans Jacob Østerø hevur nomið sær útbúgving í margmiðlasniði og arbeiðir sum fríyrkis myndprýðari. Eitt nú hevur hann myndprýtt sera væl dámdu barnabókina Svansi-Bob hjá Joan Waag Høgnesen, umframt kápuna og adventssøguna hjá Silju Aldudóttir í Míni jólabók 2024.

Verkstovuna hevur Bókadeild Føroya Lærarafelags fyriskipað.

Melda til á nlh.fo


Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder