Vinna

Harmoniorkestrið GHM 100 ár

Í dag 14. mars fyllir harmoniorkestrið GHM 100 ár. Hetta verður hátíðarhildið við stórari konsert, framsýning og bókaútgávu.

2022-03-14 10:34 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Leygardagin 26. mars kl. 16.00 verður Norðurlandahúsið karmur um stórfingið hátíðartiltak. GHM framførir eina spennandi skrá av tónleiki, sum umboðar ymisk tíðarskeið í søgu orkestursins. Sum nakað heilt serligt, hevur tað eydnast at savna 100 GHMarar at framføra part av konsertini, og tey verða m.a. við til at frumframføra eitt spildurnýtt verk eftir Atla Kárason Petersen, sum er skrivað til høvið.


Søgan um GHM er væl dokumenterað í gerðabókum, myndum, tíðindabløðum o.ø. Hesum hevur Helgi Jacobsen grivið í seinastu mánaðirnar, umframt at hann hevur gjørt samrøður við eldri spælarar, og burturúr øllum tilfarinum hevur hann skrivað eina bók. GHM 100 ár kemur út 26. mars, og høvi verður at ogna sær hana til hátíðartiltakið og í bókasølum.


Ein forvitnislig framsýning við myndum frá seinastu 100 árunum verður eisini hongd upp í Norðurlandahúsinum í sambandi við konsertina.


GHM hevur øll 100 árini verið við til at ríka mentanarlívið í Havn og aðrastaðni m.a. við at seta sín festliga dám á Ólavsøkuna. Orkestrið spældi í nógv ár javnan til dans ymsastaðni í Havn, og jólatræshald, pisufundur, jólaguðstænasta o.a. verða á hvørjum ári ríkað við vøkrum harmoniorkesturtónum.


GHM er stytting fyri Georg Hansens Minni. Georg Hansen er maðurin, sum eigur ein stóran part av æruni fyri at tónleikalívið í Føroyum fór at blóma – serliga setti hann gongd í tónleikaundirvísing, sum liggur til grundar fyri framúrskarandi musikkskúlaskipanini, vit hava í dag. Tað vóru næmingar hjá Bakar Hansen, sum hann vanliga varð nevndur, sum 14. mars 1922 settu GHM á stovn sum ein livandi minnisvara fyri hann, sum teir skýrdu at vera ”Faðir tónleikin í Føroyum”.


Nógvir av okkara navnframastu tónleikarum, m.a. Andrea Heindriksdóttir, Anna Klett, MartinMouritsen, Kristina Thede Johansen og Rúni Mouritsen, eru ”vaksnir upp” í GHM. Orkestrið telur í dag uml. 40 fastar spælarar, og tað er Maria Wang Reinert, sum stjórnar. 

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder