Raksturin, netto hesi fýra kostaði tilsamans 21,2 mió.kr. Rakstrarkostnaðirnir vóru lønir, olja, trygging, havnagjøld, viðlíkahald og aðrir kostnaðir. Inntøkurnar eru drignar frá fyri at koma fram til rakstur, netto.
Skipið varð selt til upphøgging fyri 410 túsund krónur, sum er søluprísurin fyri eitt slíkt skip á hesum marknaðinum í løtuni. Tvey tilboð komu inn frá upphøggarum, eitt úr Føroyum og eitt úr Danmark.
Strandferðslan ynskti ikki at selja Hasfjord til víðari sigling og rakstur. Til tess er skipið í ov ringum standi, og tað hevði kostað stórar upphæddir at bøtt um mongu ellisbrekini.
Avgerð varð tí tikin um at leggja 48 ára gamla skipið og mæla til at selja tað til upphøgging.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald