Mentan

Hátíðarhald í Kvívíkar skúla

Fríggjadagin var hátíðarhald í Kvívíkar skúla í sambandi við, at skúlin er ein av fyrstu skúlunum í Føroyum, ið arbeiðir við trivnaðarátakinum Betri vinir, sum Nám skipar fyri í samstarvi við Barnabata, Lærarafelagið og Undirvísingarstýrið.

2023-09-11 07:39 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Endamálið við trivnaðarátakinum er at royna og eftirmeta føroyska tilfarið Betri vinir til grunddeild, sum er ment við tí fyri eyga at styrkja trivnaðin og menna ein góðan felagsskap í skúlanum.


Veitsluhýrurin var góður og børnini hugnaðu sær saman. Frank Muller, varaborgarstjóri, kom á vitjan og helt eina røðu fyri næmingunum og lærarunum. Næmingarnir í grunddeild runnu Vinarenning rundan um vøllin og Bamsan vitjaði saman við lokalu ítrottarfyrimyndini, Jónas Isaksen, sum handaði heiðursmerki til røsku næmingarnar. Spæliliðið og miðdeildin stóðu fyri at pynta, skipa spøl á vøllinum og dans í miðrók, og bjóða poppkorn og sunkist til allan skúlan.


Betri vinir er ein fyribyrgjandi verkætlan ímóti happing. Tilfarið er samansett av ymiskum námsfrøðiligum amboðum, sum kunnu nýtast til at styrkja felagsskapin og fyribyrgja happing. Barnabati stendur fyri verkætlanini í samstarvi við Mary Fonden og Red Barnet.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder