Ítróttur

Hava verið til stóru kappingina Korea Open

3 spælarar úr Vága Dartfelag vóru í gjár við í stóru kappingini Korea Open.

2025-09-29 08:30 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Jan Erik Fjallstein, Kristbjørg V. Reinert og Jens Albert Simonsen hava seinastu vikuna verið í Suðurkore í samband við HM í dart fyri landslið, sum hevur verið hildið í Seoul. Jan Erik og Kristbjørg sum spælarar og Jens Albert sum landsliðsvenjari hjá monnum.

Í gjár vóru tey trý við í stóru einstaklingakappingini Korea Open saman við øllum hinum í føroyska ferðalagnum.

Kristbjørg og Jens Albert vórðu sligin út tíðliga í kappingini. Men Jan Erik gjørdi eitt ordans hál og fekk besta úrslitið av øllum føroyingunum. Hann megnaði at spæla seg heilt til topp 32 av teimum 278 spælarunum, sum má sigast at vera eitt sera gott úrslit í so sterkari kapping. Og eftirsum hetta er ein kapping í gull-kategori, førir tað eisini við sær, at Jan Erik ger eitt lop uppá yvir 100 pláss upp eftir heimsstyrkilistanum.

Føroyska ferðalagið fer úr Suðurkorea mánadagin og lendir eftir drúgva heimferð í Føroyum týskvøldið.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder