Áheitanin varð send út, av tí at smittutølini frá Rannsóknarstovuni á Landssjúkrahúsinum ikki vístu nakra smittu við koronu, samstundis sum ógvuliga nógv fólk søgdu seg vera sjúk við koronu. Heilsustýrið vildi tí hava eina hóming av, um hald var í hesum.
Nýggju tølini skulu sjálvsagt takast við stórum fyrivarni. Talið á innkomnum fráboðanum sigur einki um veruligu smittustøðuna í Føroyum í løtuni, men tað gevur ábendingar um eitt ávíst smittutrýst. Heilsustýrið heitir tí framvegis á fólk um at senda fráboðan til [email protected], um tey hava staðfest koronusmittu við eini heimatest. Í fráboðanini skulu hesar upplýsingar vera:
- Navn
 - Bústaður
 - Telefonnr.
 - Føðingardagur
 - Dagfesting fyri staðfesta koronusmittu
 - Viðmerk: Korona
 
Heilsustýrið
 
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald