Í kvøld er fyrsti EM-dysturin á skránni ímóti Sveis, og tað hevur verið eitt ivamál um tann heilt stóra stjørnan á føroyska landsliðnum fór at blíva klárur til dystin. Elias Ellefsen á Skipagøtu fekk ein skaða í desembur, sum hevur gjørt at hann ikki hevur spælt ein dyst síðani 20. Desembur.
Men helst byrjar Elias inni í kvøld, og er ætlanin at hann fær stóranleiklut um alt gongur sum tað skal. Føroyar kemur tí helst at byrjað við sterkasta liðnum. Vit koma at síggja Føroyar spæla 7 ímóti 6.
Føroyska liðið hevur fyrireika seg uppá at Sveis kemur at byrjað 6-6, men fyri síðani at spæla við fýra bakspælarum, umframt 7 ímóti 6.
Dómarnir til dystin í kvøld, eru somu dómarar sum dømdu í Skopje tá ið Føroyar kundi spæla seg til HM. Sí myndir frá tí dystinum her.
Sí eisini:
Peter: Føroyingar eru raskir at halda veitslu tá ið teir skulu halda veitslu
Myndir: Fráferð hjá landsliðnum
Myndir: Føroysku spælarnir hava vant í dystarhøllini
Elias: Okkara fyrsta mál er at vinna ein dyst
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald