Vinna

Hiddenfjord tilnevnt Reuters heiðursløn fyri burðardygd

Altjóða tíðindastovan Reuters hevur tilnevnt Hiddenfjord eina heiðursløn fyri átøk fyri burðardygd.

2022-08-22 11:20 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Tilnevningin er serliga grundað á avgerðina hjá føroysku alifyritøkuni at flyta laksin sjóvegis heldur enn loftvegis.


Responsible Business heiðurslønir hjá Reuters viðurkenna fyritøkur, ið hava jaliga ávirkan á vinnulívið, samfeløg og umhvørvið, og sum ganga á odda á hesum økjum.


CO2-útlátið fyri langvegis flutning av laksi hjá Hiddenfjord er minkað heili 94%, síðani alifyritøkan gavst at flúgva laks fyri skjótt tveimum árum síðani. Umleið 100.000 tons av CO2-eindum eru spard við at sigla í staðin fyri at flúgva. 


  • Vit eru partur av einum altjóða heimi, ið hevur felags ábyrgd at hugsa um umhvørvið og avbjóðingarnar, ið veðurlagsbroytingar hava við sær. Vit mugu tora at taka stór stig, sum gera veruligan mun, tá ið talan er um útlát, sigur Atli Gregersen, stjóri í Hiddenfjord.


Hiddenfjord er tilnevnt í bólkinum Business Transformation Awards. Millum fyritøkurnar, ið eru tilnevndar eina Responsible Business heiðursløn, eru PepsiCo, Microsoft, Amazon, Volvo og Nestlé.


Tey, ið vinna eina Responsible Business heiðursløn, verða funnin hósdagin 13. oktober 2022.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder