Vinna

Høgaberg er á veg á Fuglafjørð

Høgaberg er á veg heim undan Íslandi, teir hava roynt útfyri Grindavík

2022-02-25 13:03 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Høgaberg verður á Fuglafirði seinnapartin í morgin, teir hava 1.350 tons av lodnu, sum teir skulu landa til Pelagos.

Á Pelagos skilja teir lodnuna í kall- og hvennkyn, so verður hon heilfryst - kallkyns-lodnan verður seld til Eystur-Europa og kvennkyns-lodnan verður seld til Asiu.

Vit tosaðu umborð fyri løtu síðan, tað er stormur á leiðini millum Føroyar og Ísland, men vindurin minkar í kvøld.






Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder