Mentan

Høllin á Giljanesi verður dagførd

 Høllin á Giljanesi fær nú eina dagføring

2022-01-06 14:52 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

 Høllin á Giljanesi fær nú eina dagføring

Á býráðsfundinum hjá Vága kommunu tann 21. desembur í fjør varð tað eitt einmælt býráð, sum samtykti, at skifta gólvið í høllini á Giljanesi.

Í málslýsingini fyri býráðsfundin stendur, at í eina tíð hevur verið arbeitt við møguliga at skifta gólv og ljós í høllini á Giljanesi. Gólvið hevur ikki verið skift í 30 ár.

Býráði tók av tilboðnum frá Sport & Parquet ApS, uppá nýtt gólv til ítróttarhøllina. Talan er um eitt tilboð uppá eitt PU gólv. Talan er um eina 99 mm regupolmáttu og eitt 3 mm basislag omaná, umframt eitt topcoat í grønum.

Arbeiði at skifta gólvið byrjar 17. januar og verður væntandi liðugt 4. februar.


Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder