Vinna

HSF: Bæði Team Klaksvík og Neistin eru úti úr European Cup

Bæði Team Klaksvík og Neistin eru úti úr European Cup eftir fyrsta umfar, sum var leikt í vikuskiftinum.

2023-09-18 11:54 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 



Team Klaksvík tapti báðar sínar dystir móti bosnisku RK Sloboda. Báðir dystirnir vóru leiktir á útivølli í Tuzla. Úrslitini gjørdust 30-19 í fyrra dystinum og 23-18 til RK Sloboda í seinna dystinum. Talan var tó um tveir góðar og gevandi dystir hjá Team Klaksvík, har tó tað keðiliga hendi í fyrra dystinum, at lyklaleikarin hjá Team Klaksvík, Jens Pauli Poulsen, kom illa fyri eftir eina takling og mátti av vøllinum á sjúkrahús, har tað var staðfest, at hann hevði slitið krossbandið.

Neistamenn leiktu báðar sínar dystir á heimavølli í Høllini á Hálsi, har tað vóru ísraelsku Holon Yuvalim, sum vitjaðu. Ísraelska liðið vann greitt í fyrra dystinum 34-23. Munurin var tó ikki so stórur á liðunum, men vóru neistamenn als ikki nóg neyvir í skotunum og gjørdist munurin tískil ov stórur. Seinni dysturin var tættari og endaði 30-26 til gestirnar.

Komandi vikuskiftið eru tað kvinnurnar, sum skulu spæla. Neistin skal til Litava, har tær møta Cascada HC Garliava, meðan H71 skulu til Italia at møta Handball Erice. Í báðum førðum eru fyrru dystirnir fríggjdagin og seinnu leygardagin.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder