Ítróttur

HSF: Elsa Egholm úr H71 verður við móti Eysturríki

 Ein útskifting er í kvinnulandsliðshópinum, sum skal møta Eysturríki á heimavølli mikudagin 2. mars og á útivølli leygardagin 5. mars.

2022-02-23 14:17 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Durita Christophersen Jojic hevur givið avboð og hevur landsliðsvenjarin Sonni Larsen úttikið Elsu Egholm úr H71 í hennara stað.

Elsa var ein av eyðsýndu leikarunum á U19-landsliðnum, sum m.a. vunnu á Hollandi og Norðurmakedonia í fjør.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder