Vinna

Hvar blívur bíleggingarskipanin hjá SSL av

Tað er við stórari undran, at KT felagið fylgir gongdini í málinum, har Strandferðslan roynir at ogna sær eina nýggja bíleggingarskipan.

2022-02-21 11:31 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 

Tað er við stórari undran, at KT felagið fylgir gongdini í málinum, har Strandferðslan roynir at ogna sær eina nýggja bíleggingarskipan.

Vanligt er, at tá landið keypir inn, verða hesi innkeyp boðin út fyri at tryggja keyparanum, Føroya fólki, munagóða loysn til besta prísin. Tað er eisini soleiðis rundskrivið um innkeypspolitik landsins er orðað. Men nú er Strandferðslan farin inn í eitt keyp fyri fleiri milliónir, uttan at bjóða hettar út til føroyskar veitarar.


Sum skilst hevur Strandferðslan spurt seg fyri uttanlands. Royndir vísa tó heilt greitt at stórar útlendskar fyritøkur levera stórar og víðfevndar skipanir til nógv størri aktørar enn Strandferðsluna og prísurin verður hareftir. Soleiðis vita tey flestu, at ein føroysk loysn vildi verið munandi betri, júst tí hon er snikkað til føroyskan tørv. Men hví ein slík skipan ikki verður boðin út á føroyska marknaðinum, er ikki til at skilja.



Hvør skal reka skipanina?

Tað undrar eisini og er nærum ókent, at keyparar keypa inn fyri fleiri milliónir frá einari einmansfyritøku, uttan nakrar bindandi sáttmálar, hvørki til menning ella rakstur. Ein einmansfyritøka kann vera viðbrekin bæði viðv. fíggjarliga grundarlagnum og í mun til starvsfólk at lyfta uppgávuna, tá henda skal setast í verk og rekast. Ein og sami persónur fær neyvan verið á fleiri leiðum samstundis. Hvat um hesin fellur frá, stendur Strandferðslan so við eini millióna íløgu uttan rakstrarmøguleika?



Hetta er ikki fyrstu ferð, at KT-felagið hevur sett spurnartekin við framferðarháttin hjá Strandferðsluni. Samanumtikið er nógv sum undrar í hesum málinum, men tá ein hoyrir leiðsluna í Strandferðsluni umrøða bíleggingarskipanina, so ivast KT vinnan í, um leiðslan í Strandferðsluni í heila tikið tekur málið í álvara.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder