Vinna

Hví er einki virksemi á Familjudepilinum

Tað er einki virksemi á Familjudepilinum í løtuni, men í nógv ár hava barnaverndartænasturnar kring landið havt møguleika at veita familjum eitt tilboð á depilinum.

2022-09-23 12:06 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder


Hetta tilboðið hevur havt eitt sera høgt og væl kvalifiserað fakligt orð á sær og hevur hjálpt og vegleitt nógvum familjum víðari á leið.

Á depilinum kemur ofta fyri, at dugnaligu starvsfólkini finna aðrar og smidligari loysnir enn, at barnið skal flytast burtur frá heiminum.

Tí havi eg spurt landsstýrismannin í almannamálum, hví einki virksemi er á Familjudepilinum og hvat ætlanin er við honum framyvir.

Tað er nógv skilagott, sum fer fram á depilinum, m.a. samtalur, samspælsvenjingar, refleksión o.a. Foreldrini eru antin til arbeiðis sum vanligt ella hava frí, meðan uppihaldið er, og hava sjálvar ábyrgd av húsligum arbeiði og sínum fíggjarligu viðurskiftum.

Djóni Nolsøe Joensen, løgtingsmaður

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder