Mentan

Hvussu eru Føroyar komnar til gjøgnum fleiri milliónir av árum?

Bókin Føroysk Mineral & Grótsløg tekur okkum aftur til søguna og inn í samansettu føroysku jarðfrøðina. Kom og lær eitt sindur um jarðfrøði, steinsløg og grót, tá høvundarnir tosa um arbeiðið aftanfyri útgávuna 15. novembur kl. 13 til Bókadagar.

2025-11-06 18:13 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Ert tú forvitin at vita, hvussu føroyska landslagið er uppbygt? Rivnu klettarnir, brøttu brekkurnar og litfagra grótið. Ella hvussu eru oyggjarnar blivnar so ymiskar í skapi og uppbygging? Á Bókadøgum fara Uni Árting, Barbara Biskopstø Thorsteinsson og Lis Mortensen, sum hava skrivað Føroysk Mineral & Grótsløg, at leggja fram arbeiðið til bókina og at greiða frá síni vitan um føroysku jarðfrøðina. Bókin er vísindalig, hevur nógvar myndir og gevur eina góða fatan av, hvussu føroyska náttúran er broytt við tíðini.

Um rithøvundarnar

Føroysk Mineral & Grótsløg er samstarv millum jarðfrøðingar og ein náttúrulandafrøðing, sum øll arbeiða við føroyska grótlandslagnum í gerandisdegnum.

Uni Árting er jarðfrøðingur og hevur í nærum 20 ár arbeitt á Jarðfeingi at kortleggja jarðfrøðina á landi og á sjógvi. Hann hevur gjøgnum árini samla saman sera nógv steinsløg og grótsløg, sum millum annað verða viðgjørd í bókini. 

Barbara Biskopstø Thorsteinsson er útbúgvin jarðfrøðingur og starvast við ymiskum jarðfrøðiligum viðurskiftum bæði á landi og á landgrunninum.

Lis Mortensen starvast um náttúrulandafrøðingur. Hon hevur arbeitt við ítøkiligu landafrøðini bæði í Føroyum og í arktiska økinum sum heild.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder