Mentan

Í kvøld verður árliga seyðauppboðssølan SNB

-

2023-10-14 10:05 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Í kvøld kl 19.00 verður árliga seyðauppboðssølan, hjá Suðuroyar Norðara Bjargingarfelag, í pakkhúsinum á Bíargarði í Hvalba. Í ár eru 11 livandi lomb, 5 gimbur og 6 veðurlomb, 1 livandi veðrur, 3 Suðuroyar sperðlar, 4 sundurlimaðir veðrar og 1 sundurlimaða ær umframt 20 lundar, á søluni.

Hettar er 11. seyðauppboðssølan í SNB hevur. Tað byrjaði í smáum og gav nakrar krónur. Í dag er uppboðssølan blivin eitt tíðandi íkast til raksturin av felagnum.

Tað kann bjóðast bæði við at verða á staðnum og bjóða ella umvegis www.gevbod.com har ein sær hvat er til sølu júst tá.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder