Vinna

ICES-tilmæli fyri uppsjóvarfisk í 2026

Mest loyvda veiða í 2026 lækkar munandi fyri makrel og svartkjaft, meðan ein hækking er í tilmælinum fyri norðhavssild.

2025-09-30 23:03 Author image
Havstovan
placeholder

Makrelur

Tilmælið fyri makrel er 174.357 tons fyri 2026, sum er ein lækking á 70% í mun til í ár.

Makrelstovnurin hevur verið í minking síðani 2014. Niðurgongdin í stovninum stavar helst frá ovveiðu seinnu árini saman við eini minking í tilgongdini seinastu tíggju árini.

Svartkjaftur

Tilmælið fyri svartkjaft er 851.344 tons fyri 2026, sum er ein lækking á 41% í mun til 2025. Henda lækking kemst av, at gýtingarstovnurin minkar skjótt vegna vánaliga tilgongd síðani 2022 og at metingin av góðu 2020 og 2021 árgangunum er justerað niður í stovnsmetingini í ár.

Tilmælið fyri norðhavssild er 533.914 tons fyri 2026, sum er ein hækking á 33% í mun til í ár.

Gýtingarstovnurin minkaði nógv aftaná 2008, og er nú umleið 3 mió. tons, sum er beint undir burðardygga markinum, har varsemi skal vísast (Btrigger = 3,177 mió. tons). Góðu árgangirnir frá 2021 og 2022 væntast at venda hesi gongdini, soleiðis at roknað verður við, at stovnurin fer at vaksa komandi árini.

Talvan niðanfyri vísir ICES tilmælini um mest loyvdu veiðu fyri makrel, svartkjaft og norðhavssild í 2026 og broytingarnar frá 2025 til 2026.


Tilmælið
2026
Tilmælið
2025
Broyting
frá 2025
til 2026
Makrelur174.357576.958-70 %
Svartkjaftur851.3441.447.054-41 %
Norðhavssild533.914401.79433 %

Vegna ósemju um býtið av stovnunum, hevur fiskiskapurin eftir makreli, svartkjafti og norðhavssild seinastu árini ligið um 30-45% oman fyri vísindaligu ráðgevingina. Tó er ovveiðan í 2024 og væntandi eisini 2025, nakað minni enn undanfarnu árini vegna strandarlandasemju millum Bretland, Noreg og Føroyar.


Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder