2025-09-14 22:14

07 Vestur var í dag á vitjan hjá FC Suðuroy í Vági. Talan var um eitt botnbrak. Áðrenn dystin var 07 Vestur aftast við 10 stigum, og FC Suðuroy nummar 8 við 13 stigum.
07 Vestur legði hart út, og longu eftir eitt korter vóru gestirnir á odda 2-0. Silas Gaard skoraði í 1. minutti, og Tobias Giusti økti um leiðsluna eftir eitt korter. Í seinna hálvleiki staðfesti Lukas Giessing sigurin tá ið hann skoraði til 3-0.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald