Rankin landar í Havn
Rankin landar í dag til Barðið í Havn, teir hava 100.000 pund, harav góðð 70.000 pund er toskur, teir hava roynt á Rygginum.
Túgvusteinur landar svartkalva í Havn
Garnaskipið Túgvusteinur landar í dag 11.000 pund av svartkalva til Barðið í Havn, teir hava roynt vestanfyri.
Hamranes og Breiðanes landa í Hvalba
Partrolararnir Hamranes og Breiðanes landa í Hvalba, teir hava 220.000 pund, harav 150.000 pund eru upsi, teir hava roynt eyst
Steintór landar í Hvalba
Steintór landar í Hvalba, teir hava 90.000 pund, teir hava roynt á Rygginum og annars vestur úr Mykinesi.