2026-01-13 20:05
Andakt
”Tí at hitt góða, sum eg vil, geri eg ikki; men hitt illa, sum eg ikki vil, tað geri eg.” Rómverjabrævið 7.
Brek okkara er, at vit í tí innaru menniskjuni eru tvíbýtt, og at vit hava eina langtan, sum røkkur út um okkara egnu evni.
Øll eru vit sett saman í tveimum. Vit kunnu leingjast eftir at gerast heilt góð, rein at botni, fullkomuliga glað og hava alla styrki. Vit kunnu flákra við teimum skerdu veingjunum fyri at sveiggja okkum uppeftir, tá ið vit hoyra orðið: Sæl eru tey hjartareinu, tí at tey skulu síggja Guð . - Soleiðis eru vit. - Men vit eru eisini nakað annað. Vit kunnu kela fyri synd, koma við undanførslu og umbera hana, og stíga beint inn í gapið á leyvuni. Vit kunnu siga ting og venja okkum til okkurt, ið vit seinni skammast yvir. Soleiðis er menniskja eisini.
Vit eru ikki harrar í egnum húsi, men eru undir hervaldi. Vit megna ikki tilveruna, vilji okkara er lammaður, evni okkara at skilja eru dølsk.Vit nytta ikki, tá ið umræður.
Men her kunnu vit ikki steðga. Tað gjørdi Paulus ikki. Hann mátti finna ein útveg. Og útvegin fann hann. Paulus var ikki nøgdur við at siga: ”Eg neyðar menniskja! Hvør skal bjarga mær frá hesum deyðans likami?” Men hann legði aftrat: ”Tøkk fái Guð við Jesusi Kristi, harra okkara!” – Tað er bjargingin eisini í dag.
Tí stendur stríðið ikki so nógv um at vinna sigur á tí ónda sum tað, at fáa Kristus inn í lív okkara. Og tí eiga vit at arbeiða við orði hansara, leita til hansara í bøn. Ta er bjarging okkara, at hann kemur inn í lív okkara.
Hann hevur sigurin, og hann gevur okkum sigurin, tá ið vit geva honum valdið. Vilja vit tað, ið hann vil, fáa vit mátt til tað.
John S. Myllhamar
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald