Klokkan 17 (18 lokala tíð) í dag spæla Føroyar ímóti Montenegro. Tað verða báðir somu sum móti Sveis, sum sita uttanfyri aftur í dag. Tað eru Helgi Hoydal og Kjartan Johansen.
Hjálparvenjarin - Hjalti Mohr Jacobsen - hevur í morgun prátað við JN, Portalin og KVF.
Hjalti sigur, at føroyska liðið fer at verja eitt sindur øðrvísi í dag, tí Montenegro hevur fleiri sera góðar skjúttar. Vit koma at byrjað við 6-0 verju, men so skjótt teir byrjað at koyra systemir, so fara vit upp at dekka 5-1. Tað verða strikuspælarnir, saman við Óla ella Elias sum koma fram at dekka. Serliga er tað høgri vongur hjá Montenegro, sum fær betri pláss í dag.
Montenegro hevði 25 langskot í dystinum ímóti Slovenia. Til samanberingar hevði føroyska seks langskot til EM kappingina í Berlin fyri tveimum árum síðani.
Vit koma at spæla líka í álopinum sum í dystinum ímóti Sveis við 7 ímóti 6, og møguliga kemur Pætur Mikkjalsson at fáa meira spælatíð í dag.
Hjalti sigur, at hann væntar at Føroyar kemur at fáa betri málmøguleikar í dag enn í dystinum ímóti Sveis.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald