Vinna

Asbest í fokus í handverksvinnuni

Við fleiri tiltøkum kring landið setti handverksvinnan fokus á trygt og ábyrgdarfult arbeiði við asbest

2026-02-11 09:50 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Vinnuhúsið: Í farnu viku setti handverksvinnan serligt fokus á trygt arbeiði við asbest. Í hesum sambandi skipaðu Føroya Handverksmeistarafelag, Føroya Handverkarafelag, Landsfelag Handverkaranna og fyritøkan Spor-Vit fyri fýra ymiskum tiltøkum kring landið. Felags fyri øll tiltøkini var, at trygd, vitan og ábyrgd í sambandi við arbeiði við asbest vóru í miðdeplinum.

Faklig vitan frá Teknologisk Institut
Felags fyri øll tiltøkini var eisini, at Rikke Juel Lyng, seniorkonsulentur á Teknologisk Institut, helt fyrilestur. Hon greiddi frá, hvussu arbeiði við asbest eigur at vera skipað á ein tryggan hátt - bæði í sambandi við ítøkilig arbeiði og í sambandi við útboðsfyrireiking, krøv og ábyrgd.

Lærlingar á Glasi í fokus
Tiltøkini byrjaðu mikumorgunin 4. februar við einum lærlingatiltaki á Glasi, har fleiri fyrilestrar vóru hildnir um trygt arbeiði og arbeiðsumhvørvi. Irdi Neshamar frá IN Tilbúgving hevði fyrilestur um trygd á arbeiðsplássum og týdningin av eini sterkari trygdarmentan.

Eisini greiddi Tummas Juul frá Arbeiðseftirlitinum frá galdandi lóggávu á økinum og teimum krøvum, sum eru sett arbeiðsgevarum og starvsfólkum.

Magni Djurhuus, formaður í Havnar Handverkarafelag, hevði somuleiðis eitt upplegg um, hvørji rættindi lærlingar hava, tá ið talan er um vandamikið arbeiði, og hvørjar skyldur arbeiðsgevarar hava.

Arbeiðsgongdir, vernd og ábyrgd
Sama kvøld varð skipað fyri meistarakvøldi á Glasi. Kvøldið byrjaði við einum uppleggi frá Páli Weihe, lækna, sum greiddi frá teimum álvarsomu heilsuligu avleiðingunum, sum kunnu standast av at hava arbeitt við asbest. 

Hann legði dent á, hvussu týdningarmikið tað er at fyribyrgja útsetan fyri asbest og at taka vandan í størsta álvara. Pál Weihe luttók eisini á báðum lærlingatiltøkunum.

Síðani hevði Rikke Juel Lyng eitt ítøkiligt og fakligt upplegg um trygt arbeiði við asbest. Her varð dentur lagdur á arbeiðsgongdir, vernd, skráseting og ábyrgd hjá bæði arbeiðsgevarum og arbeiðstakarum.

Hósmorgunin 5. februar varð næsta lærlingatiltakið hildið á Tekniski skúlanum í Klaksvík. Eisini her vóru fyrilestrar um trygd á arbeiðsplássum, trygdarmentan, lóggávu og heilsulig viðurskifti við luttøku av bæði Irdi Neshamar, Tummasi Juul, Páli Weihe og Rikke Juel Lyng.

Seinnapartin sama dag varð skipað fyri almennum fyrilestri á Hotel Hafnia, har Rikke Juel Lyng hevði fyrilestur fyri einum breiðum áhoyraraskara av byggiharrum, ráðgevum og byggimeistarum.

Trygd krevur vitan og mentan
Við hesum tiltøkum vilja fyriskipararnir undirstrika, at arbeiði við asbest krevur stóra vitan, greiðar arbeiðsgongdir og eina sterka trygdarmentan. Endamálið er at tryggja, at bæði lærlingar, handverkarar og meistarar hava neyðugu vitanina og umstøðurnar til at arbeiða trygt og ábyrgdarfult.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder