JN

07 Vestur-dagurin er í morgin

...

2016-04-27 13:55 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Hósdagin 28. apríl kl. 17:00-20:00 verður 07 Vestur-dagurin í 07 Vestur-húsinum í Sørvági. Umframt at yngru børnini fáa handaðan bólt eftir at limagjaldið er goldið, verða Sportigan á vitjan og høvið verður at royna og bíleggja 07 Vestur-klæðir.

Limagjaldið skal gjaldast áðrenn bólturin verður handaður, ella í seinasta lagið 1. mei á konto 9181 1659679. Viðmerk navn, eftirnavn og aldursbólk. Dømi: Hans Jensen U10.

Limagjaldi fyri 2016 er:
U6, kr. 200
U8 til U12, kr. 400
U14 til vaksin, kr. 800
3.deild menn, kr. 400
Heilsufótbóltur, kr. 100
Hvílandi limur, kr. 300


Limagjaldið hjá U6-U12 er soleiðis samansett, at leikarirnir fáa ein bólt handaðan á tilmeldingardegnum við framvísan av bankakvittan. Bólturin er ogn hjá børnunum, sum skulu taka hann við til hvørja venjing og somuleiðis taka hann heim eftir hvørja venjing.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder