JN

Alice Simonsen nýggjur dagstovnaleiðari í Kvívík

...

2016-03-15 08:43 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Alice Simonsen er 1. mars sett í starv sum leiðari í Áarlon.

Hon er útbúgvin námsfrøðingur í 1995 og hevur tíðliga á sínari starvsleið m.a. arbeitt á Føroya Barneheimi og í Margarinfabrikkini. Seinnu árini hevur hon m.a. starvast sum dagligur leiðari hjá Barnabata og sum málsviðgeri hjá Suðuroyar Barnaverndartænastu. Seinasta arbeiðsuppgávan, ið Alice hevði, áðrenn hon kom í starv í Áarlon, var at seta á stovn ungdómshús í Vági, og hevur hon virkað sum leiðari har síðan 1. februar 2014, tað skrivar kommunan á heimasíðu síni.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder