
Verandi bátadráttur í Nólsoy er ikki nýtiligur oghugsa vit eitt sindur frameftir, eiga vit at gera bátadrátt, ið líkist tí íÁlakerði ??? bæði fyri trygd og arbeiði.
Á seinasta borgarafundivar aftur frammi, at alstórur tørvur er á bátadrátti í Nólsoy. Verandibátadráttur er ikki nýtiligur og tvørligt ??? og dýrt ??? er at fáa bil úr Havnella at snikka drátt til so hvørt.
Besta loysnin er, at vitfáa bátadrátt, ið líkist tí í Álakerði. Talan er um dupultan drátt, ið hóskartil smærri og størri bátar.
Á øðrum borgarafundum íNólsoy hevur verið lovað, at bátadráttur skal gerast í krókinum ávegis út áKlivar. Hetta hevði samstundis prýtt um økið við Malarenda ??? og harvið eisiniverið hugaligari hjá gestum.
At hóskandi er atstaðseta dráttin júst í tí krókinum er eisini av teirri orsøk, at tá er lætt atseta bátin á hóskandi stað úti á Klivum, so lætt er at vaska og rigga til.Talan er um at taka burtur oljutangarnar og harvið verður stórt pláss tøkt, iðhóskiligt er at arbeiða við bátum. Ruskplássið er beint við og lættir hettaeisini um, tá bátar verða riggaðir til.
Tað hevur skund at fáabátadráttin, tí Nólsoyar Bjargingarfelag fer at útvega sær bjargingarbát, iðstendur á vogni og báturin verður best flotaður á sama hátt sum í Álakerði.
Harafturat kannbátadráttur, ið gevur møguleika at draga smærri og størri útróðrarbátar, havavið sær, at ávísur aktivitetur verður av bátum aðrastaðni frá. Hetta fer atskap lív í og helst sæst eisini okkurt aftur í sølu í handli og aðrastaðni.
Vón mín er, at TórshavnarHavn ??? saman við politikkarum, økissamskiparanum og Nólsoyarnevndini ??? kunnufáa fund í lag við tey fólk í hava staðið fyri bátadráttinum í Álakerði.
Jákup av Skarði
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald