
Liðugt: VÍF vann 31-20 á H71.
Málskúttar:
VÍF: Áki 10, Selvig 8, Julian 5, Filip 2, Hanus 2, Sjúrður 1, Jóhann 1 og Agnar 1.
H71: Pætur 7, Jónas 6, Tróndur 2, Helgi 2, Hans Kári 1 og Peter 1.
60. min. Pætur minkar um munin til 30-20. Brotskast til VÍF, tað tekur Jóhann sær av, og skorar til 31-20.
58. min. VÍF spæla við teimum, sum ikki so ofta sleppa at spæla. ??ll stamman er úti.
57. min. Liðini hava hvør sín stórbrennara. VÍF tekur time-out. Ári bjargar, tað sama ger Magnus.
56. min. ??ll sum elska VÍF hoppa nú, hoppa nú hoyrist sera væl her í høllini.
55. min. Hilmar Leon púra leysur móti Magnus, men Magnus bjargar aftur!
54. min. Magnus ger eina meistara bjarging. Julian skorar til 30-18. H71 skorar til 30-19, fekk ikki við hvør skoraði, men tað var frá egnari hálvu.
53. min. Eitt sera gott mál frá Selvig, mál nummar 8 hjá honum.
52. min. VÍF tekur time-out. Sjúrður skorar til 28-18.
51. min. Selvig skorar til 27-16. H71 ger skjótt av, og Pætur skorar til 27-17. Sjúrður ger yvirtrak. Brotskast til H71, tað tekur Jónas sær av, og skorar til 27-18, tað var mál hansara nummar 6.
50. min. Julian skorar til 26-15. Tróndur skorar aftur, og er støðan nú 26-16.
49. min. Ári prøvar seg frá egna málið, men Áki klárar at fáa fatur á bóltinum. Tróndur minkar um munin til 25-15.
48. min. Hjá H71 spælir Jónas í álopinum, sum "málverji" og hann skorar til 25-14.
47. min. H71 klárar einki at gera við VÍF henda dystin. Rùni spælir í álopinum fyri VÍF, meðan Magnus nú er komin inní málið hjá VÍF.
46. min. Julian skorar til 25-13!
45. min. Selvig skorar til 24-13.
44. min. Tóraldur bjargar, men H71 klára at blaka bóltin vekk, tá ið teir eru á veg í skjótálop. Nú spæla VÍF eisini við 7 í álopinum.
43. min. Hans Kári ger álopsfeil. Filip og Áki blíva í løtuni báðir mansvardir.
42. min. Hanus blakar bóltin vekk, H71 kláraðu ikki at skifta málverja.
41. min. Áki skorar til 23-13, og tað var hansara 10. mál! H71 tekur time-out. H71 royna seg aftur nú við 7 spælarum í álopinum.
40. min. Andrias rennur seg púra leysan, tað sær Filip, sum spælir bóltin til hann mitt fyri, Andrias skorar til 22-13. Niklas bjargar.
39. min. Pætur skorar sítt 5. mál, og minkar um støðuna til 21-13.
38. min. Niklas bjargar, og Hanus verður vístur 2. min. av vøllinum. Helgi verður vístur av vøllinum í 2. min. ein sera ófantalig takling.
37. min. Áki skorar til 21-12, og tað var hansara 9. mál.
36. min. Pætur skorar aftur, støðan er nú 19-12. Brotskast til VÍF, H71 skifta málverja, men tað leggur Áki ikki nakað í, og skorar til 20-12. Tóraldur verður vístur 2. min. av vøllinum, tí hann skiftur út skeivu megin linjuna, og VÍF fær bóltin aftur.
35. min. Tóraldur bjargar, og H71 fer í skjótálop, Pætur minkar um munin til 19-11, tað var hansara 3. mál.
34. min. Rúni fekk skaða í seinasta sekundinum í fyrra hálvleiki, og hevur í løtuni ísposa á vinstra beini. Tað sær heldur ikki út til, at Mark kemur á vøllin í dag.
33. min. Selvig skorar til 19-10, og tað var hansara 5. mál. H71 prøva at spæla við 7 spælarum í álopinum.
32. min. Julian skorar til 18-10. Onkur hjá H71 ger álopsfeil.
31. min. So er seinni hálvleikur settur í gongd. VÍF byrjar við bóltinum. Áki skorar til 17-9. Hans Kári minkar um munin til 17-10.
Hesir byrja inni:
VÍF: Niklas, Selvig, Áki, Julian, Filip, Hanus og Nuunu.
H71: Tóraldur, Pætur, Hans Kári, Peter, Sigmundur D., Tróndur og Hilmar Leon.
Hálvleikur: VÍF er á odda 16-9 móti H71. H71 byrjaði dystin betri og komu á odda 1-3, men so tók VÍF yvir og komu uppá 9-4 áðrenn H71 fingu vent sær.
Málskjúttar:
VÍF: Áki 6, Selvig 4, Filip 2, Hanus 2, Julian 1 og Agnar 1.
H71: Jónas 3, Pætur 2, Helgi 2 og Peter 1.
30. min. Selvig fær fatur á bóltinum, og verður skumpaður í tí hann skal skjóta, men tað verður bert dómt tríggjar metrar. Áki skorar til 16-9!
29. min. Tóraldur bjargar aftur. H71 blakar bóltin vekk, VÍF fer í skjótálop, Áki skorar til 15-9.
28. min. Tóraldur ger eina stórbjarging. Niklas bjargar, men Sigmundur N., fær fatur á returinum, men Niklas bjargar aftur.
27. min. H71 klára ikki at koma til skot.
26. min. H71 blíva dómdir fyri drál, Peter fær 2. min. Selvig skorar til 14-9.
25. min. Hanus skorar til 13-9.
23. min. Agnar skorar til 12-9.
22. min. Áki spælir bóltin skeif, Pætur fær fatur á bóltinum, og rennur í skjótálop, men verður órógvaður í tí hann skal skjóta, dómt verður fríkast til H71.
21. min. Peter minkar um munin til 11-9. Hilmar Leon verður vístur 2. min. av vøllinum.
20. min. Selvig skorar aftur, støðan er nú 11-8. Jónas sendur ein flúgvara til Hilmar Leon, men Niklas bjargar. VÍF fer í skjótálop, men har brennur Hanus.
19. min. Ári bjargar, men VÍF fær bóltin aftur tí bólturin fór útav síðulinjuni. VÍF tekur time-out.
18. min. Ári bjargar. Nú eru tvey mál á muni, Pætur minkar um munin til 10-8.
17. min. Brotskast til H71, og tað tekur Jónas sær av, hann minkar um munin til 10-7. Agnar verður vístur 2. min. av vøllinum.
16. min. Helgi minkar um munin til 9-6. Eitt sera gott mál frá Áki, støðan er 10-6.
15. min. Selvig skorar til 9-4. Pætur minkar um munin til 9-5.
14. min. Brotskast til H71, tað tekur Peter sær av, og hann roynur at loppa bóltin uppum Niklas, men tað var Niklas klárur uppá.
Les eisini: Neistakvinnur vunnu tryggan sigur á Kyndli.
13. min. H71 tekur time-out. Niklas bjargar aftur! Julian skorar til 8-4.
12. min. So eru tvey mál á muni, Selvig skorar til 6-4. H71 missur bóltin út av síðulinjuni. Filip skorar til 7-4.
11. min. Áki skorar til 5-4, og Tróndur verður vístur av vøllinum í 2. min. fyri eina harða takling. Niklas bjargar aftur.
10. min. Hanus á stong út, og H71 fer í skjótálop, Jónas javnar til 4-4.
9. min. Aftur ein stórbjarging frá Niklasi.
8. min. So er VÍF á odda, Hanus rennur seg leysan, og skorar til 4-3.
7. min. Brotskast til H71, Peter tekur sær av tí, men Niklas bjargar.
6. min. Áki minkar um munin til 2-3. Niklas ger eina góða bjarging. Brotskast til VÍF, Áki tekur sær av brotskastinum, og javnar til 3-3.
5. min. Nógvir fólk eru til dystin. Niklas ger eina stór bjarging, Rúni var sendur í skjótálop.
4. min. Hanus brennur ein góðan møguleika.
3. min. Brotskast til VÍF, tað tekur Filip sær av, men Tóraldur ger eina góða bjarging. Helgi skorar til 1-3.
2. min. Jónas skorar til 1-2.
1. min. So er dysturin settur í gongd. H71 byrjar við bóltinum. VÍF verja 5-1, har gott eyga verður hildi við Peter. Peter skorar til 0-1. Filip javnar til 1-1.
Hesir byrja inni:
VÍF: Niklas, Áki, Selvig, Sámal, Hanus, Nuunu og Filip.
H71: Tóraldur, Rúni, Tróndur, Jónas, Peter, Pætur og Helgi.
1. minuttur tøkn áðrenn dysturin verður settur í gongd.
Í kvøld er fyrra FM-finalan millum VÍF og H71. Dysturin er í Vestmanna, og hann byrjar klokkan 20:00. Tað ber til at fylgja dystinum beinleiðis á jn.fo, vit fara at hava beinleiðis tekstafrásøgn frá dystinum.
Les um hvat Julian Johansen metir um mansfinaluna her.
Sí eisini toppskjúttalistan her.
VÍF: Sámal Joensen, Sjúrður Olsen, Jóhann í Garðastovu, Rúni Joensen, Hanus Christophersen, Julian Olsen, Áki Egilsnes, Andrias Eriksen, Jón Muller, Niklas Simonsen, Nuunu Lars Olsen, Magnus Matras, Agnar Joensen, Heini Hanusarson, Filip Jojic og Niklas Selvig.
Bonkur: Ingi Olsen, Dejan Lacok, Jóngerð M. Nielsen, Jákup Durhuus.
H71: Ári E. Dam, Tóraldur Kollsker, Jóhann Hoftegaard, Rúni V. Højgaard, Pætur Thomsen, Hans Kári Hansen, Sigmundur Dahl, Sigmundur Nolsø, Andor Sivertsen, Jónas Djurhuus, Peter Krogh, Hilmar Leon Jakobsen, Oddur Bech, Mark L. Marcher, Tróndur Arge og Helgi Hoydal.
Bonkur: Petur Mittún, Halgir Dahl Olesen, Jens á Skipagøtu og Petur Sivertsen.
Dómarar: Eyðun Samuelsen og Thomas J. S. Thomsen.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald