
Frá fyrsta ársfjórðingi í fjør til fyrsta ársfjórðing í ár er brúkaraprístalið lækkað 1 prosent.
Tað eru príslækkingar á brennievni, sum hava ávirkað brúkaraprístalið mest seinasta árið. Í nýtslubólkinum býli er prísurin á brenniolju til húsarhald farin 19 prosent niður. Eisini rentan á íbúðalánum er lækkað, og samanlagt er býliskostnaðurin farin 6,3 prosent niður.
Í nýtslubólkinum flutningur eru prísirnir á brennievni til akfør lækkaðir 11,2 prosent, og samanlagt er flutningskostnaðurin farin 1,3 prosent niður.
Prísirnir eru eisini lækkaðir í fleiri øðrum nýtslubólkum. Í nýtslubólkinum ymiskar vørur og tænastur eru prísirnir lækkaðir 1,1 prosent, m.a. tí barnagarðspláss eru vorðin bíligari. Eisini prísirnir á klædnavørum og fótbúnaði eru farnir 1,1 prosent niður.
Mesti prísvøkstur seinasta árið hevur verið í nýtslubólkinum rúsdrekka og tubbak, 1,8 prosent.
Árligi prísvøksturin á matvørum var 0,9 prosent. Tað eru serliga prísirnir á frukt og breyði, sum eru hækkaðir.
0,2 prosent niður seinasta ársfjórðingin
Frá fjórða ársfjórðingi í fjør til fyrsta ársfjórðing í ár er brúkaraprístalið lækkað 0,2 prosent. Og tað eru eisini brennievnisprísirnir, sum hava mestu ávirkanina seinasta ársfjórðingin. Prísurin á brenniolju til húsarhald er farin 11,5 prosent niður og prísurin á brennievni til akfør 6,7 prosent.
Mesti prísvøksturin hevur verið í nýtslubólkinum innbúgv, húsbúnaður o.l., sum er hækkað 2,1 prosent.
Brúkaraprístalið er nú 116,1 samanborið við 116,4 fjórða ársfjórðing í 2015.
Dagførd og útgreinað hagtøl um prístalið eru tøk í hagtalsgrunninum her.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald