2016-04-06 12:05

KVF: Tveir menn, ein 25 ára gamal dani og hin um 40 ára aldur, eru í løtuni til grundlógaravhoyring í einum máli um brot á lógina um euforiserandi evni.
Ungi maðurin kom við flogfari til Føroya í gjár og varð handtikin á flogvøllinum. Ákærin, Martin Gravesen, vil einki siga um málið.
Tá grundlógaravhoyringin byrjaði bað hann um at fáa dupultafturlatnar hurðar, meðan skuldsetingin varð lisin og avhoyringin fór fram, tí tað kundi ávirka kanningararbeiðið hjá kriminalløgregluni.
Dómarin tók undir við hesum, og fjølmiðlar og almenningurin vórðu koyrd út úr rættarsalinum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald