2016-04-21 09:09

Í gjár vóru tveir dystir í EFFO-deildini.
Í Gøtu tók Víkingur móti TB.
Andreas Lava Olsen legði Víking á odda 1-0 eftir 38. min., sum eisini var hálvleiksstøðan. Seinni hálvleikur var ikki meria enn byrjaður, tá Albert Adu javnaði fyri TB. Tá ið 67. min. vóru leikti fekk Víkingur eitt brotsspark sum Hans Pauli Samuelsen skoraði uppá til 2-1, sum eisini gjørdist úrslitið av dystinum.
Í Havn tók HB móti uppflytarnum av Toftum, B68.
Tað kom bara tað eina málið í dystinum, og tað kom fimm minuttir fyri leiklok, tá Jóhan Davidsen skoraði fyri HB.
Í dag eru 3 dystir, sum allir byrja klokkan 18:00.
AB - KÍ
ÍF - Skála
B36 - NSÍ
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald