JN

Ingi: Verjan hjá okkum stóð sera væl

...

2016-04-21 08:30 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Í gjár var fyrra FM-finalan í FTZ-deildini millum VÍF og H71. Dysturin var í Vestmanna, og VÍF var nógv betra liðið, og vann dystin 31-20. Vit fingu fatur á Inga Olsen venjara hjá VÍF eftir dystin.

Sì eisini filmsbrot og myndir frá dystinum her.

Hvat sigur tú um dystin?

- Hetta var ein góður dystur frá okkara síðu, serliga verjan hjá okkum ger tað, at tað verðrur torført hjá H71.

Hvussu ber tað til, at tit eru langt omaná?

- Teir fingu ikki nógv av teirra spæli at rigga, og av og á koma dagar har man hevur off-dagar. Hinvegin kann man angra seg yvir, at málini vit fáa í yvirskot telja ikki í heildini. Um teir vinna við einum málið leygardagin, so er tað umdystur sunnudagin. 

Hevur tað nakað at siga fyri dystin, at Mark ikki spældi, og so Rúni mátti av vølli við skaða í hálvleikinum.

- Ja tað hevur sera stóran týdning, seinast vit spældu móti H71 kláraðu vit ikki at fáa fatur á Mark, so tað var ein stórur missur fyri H71 at Mark ikki kundi spæla. Tað so at Rúni eisini má av vøllinum við skaða ger, at teir mugu enn longur aftur í rekkjuna eftir spælarum. Men tað vóru longu sjey mál í hálvleikinum, vit vóru nokk betur enn H71, tað má man siga, segði Ingi Olsen við JN.fo eftir dystin í gjár.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder