
Hjá kvinnunum møtast Kyndil og Neistin, tann dysturin byrjar klokkan 18:30, dysturin verður leiktur í høllini á Hálsi. Neistin hevur ligið fremst alt kappingarárið, og vann grundspælið í hvonn-deildini, tær fingu 36 stig. Kyndil tekk 30 stig.
Hjá monnum møtast VÍF og H71, tann dysturin byrjar klokkan 20:00, dysturin verður leiktur í høllini í Vestmanna. H71 fór frá hinum frá kappingarbyrjan, og fingu 39 stig í grundspælinum. VÍF endaði á øðrum plássið við 32 stigum.
JN.fo sigur beinleiðis frá dystinum í Vestmanna, vit fara at hava beinleiðis tekstafrásøgn frá dystinum.
Sí eisini toppskjúttalistan her.
Julian Johansen metir um mansfinaluna:
Eg vænti mær ein tættan og spennandi dyst, sum allarhelst verður avgjørdur móti endanum. H71 er í mínari verð tann stórið favoritturin, men tað hongur nógv á Marcher og Krogh. Hava teir smá snuddir og eru ivasamir, so kunnu VÍF absolut spæla við.
Dysturin er í Vestmanna, so hettar er kjansurin hjá VÍF. Tapa teir í Vestmanna, rokni eg við at teir skulu skjóta ein langan píl eftir FM'heitinum, tí tað verður trupult at vinna tvær FM finalur í Hoyvík. Spennandi verður - góðan dyst øll finalufólk
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald